Ongi úrslit

Terji Rasmussen avlýsir kvinnukonsertir

Á sjálvum kvinnudegnum avlýsir Terji Rasmussen fleiri kvinnukonsertir

Jonhard Hammer
8. mars kl. 19:38

Terji Rasmussen vil við hesum boða frá, at konsertirnar við Sway, Daniu Tausen og Jazzygold í Maggies eru avlýstar. ”So kunnu betong feministarnir siga, hvat tær vilja. Men tað verður ikki broytt. Og eg fari ikki í dialog við nakran um tað. Man pissar ikki á mínar vinir. So er tann søgan ikki longri. Góðan kvinnudag til tykkum allar!” – skrivar Terji. 

Hesa avgerðina hevur hann tikið, eftir at Marianna Nagata hevur skrivað tað, sum tit kunnu lesa niðanfyri. Og eisini hava hennara tónleikavinkonur hongt Leiv Thomsen út longri niðri á Tráðnum. Hetta er blivið ov mikið fyri tónleikaran og eigarin av Maggies. Hann hevur í mong ár spælt tónleik saman við Leivi Thomsen. Og slíka viðferð, sum Leivur hevur fingið á Facebook í dag, góðtekur Terji Rasmussen ikki. Ti hevur hann tikið ta stóru avgerð at avlýsa konsertinar hjá Sway, Daniu Tausen og Jazzygold. 

 Dimmalæting hevur fingið orðið á Terja Rasmussen. - Eg havið sagt tað, sum skal sigast og eg standi við alt - sigur Terji Rasmussen.

Marianna Nagata skrivaði á facebook: ”Tað er skeg at hoyra mannfólk sum Leivur Thomsen í útvarpinum tosa um evnir, sum eitt nú kvinnudagin ella tiltakið Femininomen og hata tað so nógv at tað hoyrist í millum hvørja linju Eitt nú hvussu nógvar spurningar honum trongdist at seta til forsterkarar ella gittarar, heldur enn at spyrja EIN kritiskan og journalistiskan spurning um hví man velur at gera slík tiltøk/átøk, hvør tørvurin er á tí, hvat tað merkir fyri okkum at síggja og hoyra aðrar kvinnur spæla. Samstundis hevur hann obinbart ongantíð hoyrt ella sagt orðið "Fænomen" fyrr, tí tað einasta tað orðið sigur honum er "fæ-NO-MEN". Men tað er eisini fair, kanska eingin nakrantíð hevur sagt tað orðið við hann”.

Mest lisið hesa vikuna

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49

Myndir: Countryfestivalurin dag 1

14. juni kl. 19:20

Myndir: Døgurði verður nú í Salt

12. juni kl. 20:30