Ongi úrslit

Telefonin hjá løgregluni ringdi 400 ferðir á ólavsøku

Løgreglan hevði úr at gera á ólavsøku - men tey hava bara eitt mál liggjandi, sum skal kannast nærri

Áki Bertholdsen
31. juli 2025 kl. 08:30

Ólavsøkan er akkurát farin aftur um og í nátt endaðu tær seinastu veitslurnar. Tað elvdi til, at løgreglan mátti nakrar ferðir heita á fólk um ikki at larma so silla.

Men annars hevur ólavsøkan gingið avbera væl og tey hava bara eitt mál um harðskap, sum tey arbeiða víðari við - men talan var kortini ikki um grovan harðskap og tey vita, hvør gerningsmaðurin er.

Men annars gløddi telefonin hjá løgregluni tí tey siga, at um kvøldið og um náttina, frá klokkan 23 á kvøldið til klokkan 7 á morgnim, ólavsøkuaftan, og ólavsøkudag ringdi telefonin upp ímóti 400 ferðir tilsamans. Og tað er væl meiri enn vanligt.

Men tá hendi tað eisini ofta, at fleiri ringdi um sama tilburð.

Ofta var talan um at senda boð eftir sjúkrabili, men annars vóru nógvir trupulleikar av bilum, sum fólk høvdu sett frá sær so at teir vóru til ampa.

Í gjár hevði løgreglan eisini vitjan av fleiri bilførarum, sum vildu sleppa at blása fyri at vita um teir vóru koyriførir aftur aftan á ólavsøkukenningina.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36