Ongi úrslit

Telduálop ávirkar flogferðsluna í Evropa

Teldusníkaálopið hevur rakt ein tænastuveitara fyri innritan og umborðskipanir

© Jack Taylor
Jóhanna Højgaard
20. sepember kl. 11:30

Eitt telduálop hevur elvt til seinkingar á fleiri stórum evropeiskum flogvøllum - eitt nú í London, Brússel og Berlin.

Teldusníkaálopið hevur rakt ein tænastuveitara fyri innritan og umborðskipanir, og tí hevur verið neyðugt at skifta til manuella innritan og umborð.

- Hetta hevur stóra ávirkan á flogfráferðirnar og fer tíverri at elva til seinkingar og avlýsingar av flogferðum, sigur flogvøllurin í Brússel sambært tíðindastovuni Reuters.

Kervisveitarin, sum hevur verið raktur, virkar um alt Evropa, og tí eru fleiri flogvøllir raktir.

Seta eyka starvsfólk á Heathrow

Størsti flogvøllurin í London, Heathrow, stríðist eisini við innskrivingarskipanirnar. Her hevur flogvøllurin sett eyka starvsfólk á innritunarøkjunum.

Heitt verður eisini á ferðafólk um at kanna støðuna á flogferðunum, áðrenn tey fara á flogvøllin, skrivar miðilin SkyNews.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47