TB trýsti Mjølnir, sum tó vann 3-0 og tryggjaði sær fyrstaplássið
Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir – TB 3-0 (25-17, 30-28, 25-17)
Støðan í kappingini undan dystinum í dag var, at skuldi SÍ kunna taka fyrstaplássið í sjálvari landskappingini, og tí fáa ein lítlan fyrimun í FM-finalunum, so var neyðugt, at TB vann sett í dystinum ímóti Mjølni í dag.
Og tað var so nær við, sum tað kann vera, tí TB hevði fleiri settbóltar í øðrum setti, men Mjølnir hóraði undan og vann dystin 3-0. Tað merkir, at hóast SÍ skuldi vunnið 3-0 á Mjølni í síðsta landskappingardystinum undan FM-finalunum, so kann Mjølnir ikki takast, og fær tí heimavøll í fyrsta finaludystinun, og skuldi tað blivið til ein triðja dyst, so eigur Mjølnir eisini heimavøll tá.
TB legði annars fyri sum eitt óløgi í dag og fór framum 5-0 í fyrsta setti, áðrenn Mjølnir javnaði til 9-9. TB var eisini frammanfyri 13-12, men tað var síðstu ferð í tí settinum, tí við at vinna átta av teimum næstu níggju stigunum mest sum avgjørdi Mjølnir settið, sum endaði 25-17.
Annað sett gjørdist veruliga spennandi. Liðini skiftust um at vera á odda fyrstu løtuna, men sum frá leið, dró TB frá og fór framum 23-18. Men fimm bóltar seinni hevði Mjølnir javnað til 23-23. TB fekk tó tveir settbóltar við støðurnar 24-23 og 25-24, men hvørgin varð gagnnýttur. Ístaðin fór Mjølnir framum, og við sínum fjórða settbólti eydnaðist loksins at vinna settið 30-28.
TB var framvegis væl víð í triðja setti til 7-7, tá tað fór at dragna millum liðini, og Mjølnir fór framum 17-10. TB hevði kortini ikki givið upp og minkaði um munin til bara eitt stig við støðuna 17-18. Men hetta gjørdist eisini síðsta stigið hjá TB, tí Mjølnir vann teir næstu sjey bóltarnar á rað og settið 25-17.
Sunnudagin kl. 13 spæla KÍF og Dráttur í Kollafirði, og kl. 18 spæla Fleyr og SÍ í høllini á Hálsi í Havn.
Mikudagin 11. mars verður so síðsti dysturin í landskappingini spældur í Sørvági millum nr. 1 og 2, Mjølnir og SÍ, men hann fær nú onga ávirkan á fyrstaplássið, sum Mjølnir eigur. Men dysturin verður ein aðalroynd til FM-finalurnar millum somu lið, sum verða spældar í seinna helmingi av mars.