Ongi úrslit

TB skiftir málverja

Anders Hoff fór av vøllinum eftir ein minutt, og í næstu sekundunum skoraði AB

Jóannes Hansen
17. sepember 2023 kl. 15:08

Tað er botndystur á Argjum, har AB eftir tveir minuttir legði seg á odda 1-0. TB málverjin Anders Hoff noyddist av vøllinum beinanvegin, tí hann er sjúkur. Allan Müller varð skiftur inn, og nøkur sekund seinni lá bólturin í TB málinum. Filip í Liða lyfti bóltin úr høgru og inn  ímóti málinum, og málverjin misti bóltin aftur um seg og í málið.

Og áðrenn átta minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Aftur var tað Filip í Liða, sum skoraði, og aftur var talan um mistak hjá TB, sum misti í uppspælinum.

AB – TB kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

AB: Antonio Borrelli – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Viktor Benedik, Samuel Pollard  – Bjarni Skála, Ragnar Skála, Santiago Nicolas Lebus – Marius Kryger Lindh, Brian Jakobsen, Filip í Liða

TB: Anders Hoff – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Salmundur Bech, Musah Armah – Markus Thorberg, Rógvi Joensen – Samudeen Musah, Nikolei Johannesen, John Villi Leo Wøldike – Onyekachi Hope Ugwuadu

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12