Tann góða filmsumsóknin
Mentanargrunnur Landsins bjóðar til kunningarfund um stuðul til film mikudagin 15. apríl kl. 17.00
í Filmshúsinum.
Greitt verður frá, hvussu Mentanargrunnurin umsitur stuðulin, hvat leikluturin hjá faknevndini er,
og hvussu umsøkjarar kunnu gera eina góða filmsumsókn.
Føroyskur filmur hevur gjørt stór framstig seinastu árini. Ein stór menning er farin fram, fleiri
nýggjar filmsframleiðslur verða vístar á stórum festivalum og alsamt fleiri føroysk filmsverk fáa
altjóða viðurkenning.
Eisini eru týdningarmikil stig tikin fyri at styrkja filmslistina og tryggja, at føroyskur filmur fær enn
betri karmar at virka undir og vaksa í.
Filmsstuðulin er fluttur til Mentanargrunn Landsins at umsita fyri at tryggja armslongd í viðgerðini
av filmsstuðlinum, og í ár er játtanin til filmsstuðul hækkað úr 4,6 mió. kr. upp í 6,6 mió. kr., ið vísir
eina greiða politiska raðfesting av føroyskum filmi.
Vilt tú vita meira um stuðul til film og fáa holla ráðgeving, hvussu tú gert eina góða filmsumsókn, so
set kross í kalendaran mikudagin 15. apríl kl. 17.00. Tiltakið verður í Filmshúsinum, Vestara Bryggja
15, 3. hædd.
Skrá:
• Vælkomin og kunning um stuðul til film v/ Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk í
Mentanargrunninum
• Faknevndin fyri film v/ Marjun Niclasen, faknevndarlimur
• Tann góða filmsumsóknin v/ Pætur M. Dahl, faknevndarlimur & Birna Jacobsen, starvsfólk
Fyriskipari er: Mentanargrunnur Landsins
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.