Fólk í Trongisvági undrast á, at smala vegastrekkið millum plantasjuna og el-verkið, sum fýra milliónir krónur vórðu játtaðar til at breiðka í 2022, framvegis ikki er breiðkað.
Tvøroyrar kommuna loyst umhvørvisavbjóðing fyri landið
Tvøroyrar kommuna hevur hildið avtaluna – alt grótið er heintað og økið endurskapt
Tvøroyrar kommuna kann staðfesta, at:
· Alt tunnilsgrótið, sum sambært avtaluni lá í rúgvuni Hvalbiarmegin Hvalbiartunnilin, er heintað av Tvøroyrar kommunu.
· Økið í Hvalba er planerað og endurskapað aftur av Tvøroyrar kommununi flott og vakurt, sambært avtaluni og teimum treytum, sum friðingarmyndugleikarnir hava sett.
· Tvøroyrar kommuna hevur soleiðis hildið avtaluna við Landsverk til fulnar og hjálpt landinum at loyst umhvørvisavbjóðingina av avlopsgrótinum úr Hvalbiartunnlinum.
Hetta merkir, at tann umhvørvisuppgáva, sum annars lá hjá landinum og Landsverki, nú er loyst av Tvøroyrar kommunu, sum hevur tikið bæði arbeiðið og ábyrgdina á seg – í tráð við avtaluna.
Ikki rímiligt at krevja eina “gávu” aftur fleiri ár seinni
Í almennari kjaki hevur verið hildið upp á, at Tvøroyrar kommuna eigur at “lata grótið aftur” til Landsverk, uttan kostnað, so tilfar fæst til landsvegin millum plantaguna og elverkið í Trongisvági.
Tvøroyrar kommuna heldur ikki, at hetta er eitt rímiligt ella rættvíst krav:
· Um Landsverk í 2020 hevði ítøkiligar ætlanir um at brúka akkurát hetta grótið til vegastrekkið við Trongisvág, kundi stovnurin havt tikið fyrivarni í avtaluni ella varðveitt ræði á grótinum. Tað gjørdi stovnurin ikki.
· Sambært avtaluni hevur Tvøroyrar kommuna – við at heinta grótið og endurskapa økið – fullan rætt til grótið. Rætturin hevði bara farið aftur til Landsverk, um kommunan ikki hevði uppfylt avtaluna (punkt 7).
· At krevja, at kommunan nú, fleiri ár eftir at avtalan varð gjørd, og eftir at hon hevur brúkt stóran arbeiðsmegi og pening upp á at loysa umhvørvisuppgávuna, skal lata grótið frá sær aftur ókeypis, líkist í roynd og veru at krevja eina gávu aftur.
Trongisvágsvegur og gongubreyt: ábyrgdin er landslig – ikki kommunal
Tvøroyrar kommuna vil greiðiliga undirstrika, at:
· Kommunan er ikki ímóti vegabetringum á Trongisvágsvegnum – tvørturímóti. Ein tryggur og nútímans vegur millum plantaguna og elverkið er bæði eitt trygdar- og menningarmál fyri Suðuroynna.
· Landsvegir og gongubreytir fram við landsvegum eru tó eitt landsmál. Tað er Løgtingið, sum útvegar játtanir, og Landsverk, sum hevur ábyrgdina av at projektera, útvega tilfar og nýta hesar játtanir, sum ætlað.
Upplysast kann eisini, at Landsverk um somu tíð fekk játtan til at gera gongubreyt framvið Trongisvágsvegi frá MTV-post og Rúsu bygninginum við Hellá til brúnna um Ósan. Hetta er ein serliga ferðslutungur landsvegur, har bilar koyra 80 km/t. Her er eingin gongubreyt, og bæði handilsøki og íbúðarøki liggja báðumegin vegin, eins og nógv fólk eru til gongu til og frá samferðsluhavnini á Krambatanga.
Løgtingið hevur sett pengar av til hesa verkætlan, men enn er einki gjørt. Tað er tí ein natúrligur spurningur at seta, um Landsverk eisini heldur at hesir pengarnir eru betri brúktir til aðrar ætlanir enn júst í Tvøroyrar kommunu – og um játtanin til gongubreytina framvið Trongisvágsvegi longu eru brúktir aðrastaðni í landinum?
Tvøroyrar kommuna tekur als ikki undir við, at játtanir, sum Løgtingið hevur sett av til ferðslutrygd og betri umstøður fyri gongufólk og ferðslu í Tvøroyrar kommunu, ikki verða brúktar sambært endamálinum – og at støðan kortini verður vend soleiðis, at tað skula síggjast út, sum um vegaprojekt í Suðuroynni detta burtur, tí Tvøroyrar kommuna ikki letur frá sær grót, sum sambært avtaluni longu er kommunalt tilfar.
Hetta kann ikki leggjast Tvøroyrar kommunu til last – og tað kann ikki vera uppgávan hjá kommununi at bøta upp á landsligar raðfestingar við at lata frá sær tilfar, sum sambært eini skrivligari avtalu er latið kommununi og longu inngongur sum partur av vinnu- og havnarætlanum á Tvøroyri.
Landsverk hevur egnar grótkeldur
Tvøroyrar kommuna vil eisini minna á, at Landsverk hevur aðrar fakligar møguleikar at útvega grót til vegagerð:
· Landsverk hevur grótbrot í Porkeri, har tilfar kann fáast til vegastrekkið við Trongisvág.
· Landsverk hevur eisini fingið grót úr øðrum tunnilsverkætlanum, m.a. Fámjinstunnlinum, sum kundi verið nýtt til vegabreiðking, um LV ynsktir at fylgja Løgtingsins vilja, sum hevur játta pening til júst hesar vegabetringar.
Tí er eingin saklig orsøk til at seta eina greiða avtalu og eina vinnuverkætlan hjá Tvøroyrar kommunu í vanda fyri at loysa eina landsuppgávu, sum landsmyndugleikarnir sjálvir hava ábyrgdina av.
Niðurstøða
Tvøroyrar kommuna vil tí staðfesta:
· Kommunan hevur hildið avtaluna við Landsverk um tunnilsgrótið úr Hvalbiartunnlinum til fulnar: alt grótið er heintað, og økið er endurskapt, sambært avtaluni og krøvum frá friðingarmyndugleikum.
· Grótið er sambært punkt 3 í avtaluni latið kommununi ókeypis, undir tí treyt, at kommunan loysir umhvørvisuppgávuna – ikki sum tilfar, ið eftirfylgjandi kann krevjast ókeypis aftur av LV.
· Tvøroyrar kommuna tekur ikki undir við, at landsligar raðfestingar og játtan til vegagerð – bæði til Trongisvágsvegin og til gongubreyt framvið Trongisvágsvegi – verða brúktir til annað enn tað, sum Løgtingið hevur avsett teir til. Kommunan kann ikki átaka sær at loysa hetta við at avhenda egið tilfar, sum er grundarlag undir vinnuligari menning á Tvøroyri.
· Kommunan er sinnað til ein sakligan og virðiligan dialog við Landsverk og aðrar myndugleikar um loysnir, sum virða gjørdar avtalur og tryggja bæði vegamenning og vinnumenning í Suðuroynni – men ikki við tí treyt, at ein longu fulgjørd avtala og menningargrundarlag hjá Tvøroyrar kommunu skal forkomast.