Ongi úrslit

Tankar í kjalarvørrinum av tí sum hendi í Keypmannahavn

Sámal Hanni Lognberg
3 tímar síðan

Seinastu dagarnir hava vit sæð ræðandi filmsbrot úr Keypmannahavn, har muslimar savnaðust á gøtuni í hópatali, fyri at syrgja og heiðra radikala Ayatollahin úr Iran. At muslimar í Danmark syrgja og heiðra hetta bølmennið, sum hevur kúgað og dripið sítt egna fólk, staðfestur, at tey als ikki hava tikið vesturlendsku virðini til sín og enn minni virða, tað sum Danmark stendur fyri.

Vit síggja í Danmark eitt samfelag, sum stríðist við avleiðingarnar av tí muslimsku tilflytingini. Vit síggja, at henda tilflyting als ikki hóskar saman við teirra og okkara vesturlendsku mentan og virðum. Vit síggja, í dag, øki í Danmark, har lógir og reglar, verða sett tilsíðis, fyri islamiskum átrúnaði og mentan. 

Eg vil vera púra greiður um hetta: Vit skulu ikki gera somu mistøk í Føroyum. Vit skulu ikki hava moskur í Føroyum. 
Moskur verða brúktar til høvuðsmiðstøð fyri radikalum muslimskum hugsunarhátti. 
Hví skulu Føroyar loyva hesum!!!

Danmark grætur, um sína støðu í dag, tey hava ikki megnað uppgávuna at verja sítt land. 
Ábyrgdarfullur politikkur snýr seg um, at taka tílíkar týdningamklar avgerðir, áðrenn skaðin hendur. 
Okkara skylda er, at okkara børn og barnabørn, kunnu vaksa upp í einum tryggum kristnum samfelag.
Eg stilli upp fyri Miðflokkin og um hesi áhugamál eisini eru týdningarmikil fyri teg, kanst tú trygt seta x á tín atkvøðuseðil fyri mær.

Mest lisið hesa vikuna

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Ársins Brita 2026

16 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18