Talv: Jón gjørdi bart

Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag stóð seg best av føroysku telvarunum í norðurlandameistarakappingini í talvi fyri unglingar í gjár

Tíðindaskriv
12. september 2021 kl. 13:35

Jón í Horni Nielsen eydnaðist at vinna bæði talvini, og er nú á øðrum plássi plássi í bólki B - bólkinum fyri teir næstelstu (17-18 ár).

Ungi vágamaðurin, ið sjálvur hevur styrkitalið 1722, vann fyrst á sterka dananum Casper Liu, sum við styrkitalinum 2177 er tann sterkasti í bólkinum. Og í tí seinna umfarinum í gjár vann Jón aftur - hesaferð á Victor Muntean úr Svøríki (1900).

Jón hevur nú trý stig og er á deildum øðrum plássi. Í morgun telvar hann móti oddamanninum Gustav Torngren úr Svøríki, sum hevur fult stigatal.

Hin føroyski telvarin í bólkinum, Markus Jacobsen, telvaði í triðja umfari javnt móti Benedikt Thorisson úr Íslandi, men hevur bara hetta hálva stigið eftir fýra umfør.

Janus

Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag hevur eisini staðið seg væl, og hevur tvey stig eftir fýra umfør. Hann telvar í elsta bólkinum - bólki A. Í triðja umfari í gjár tapti hann fyri Vignir Vatnar Stefanssyni úr íslandi, sum altjóða meistari og hevur styrkitalið 2383. Í fjórða umfari vann Janus á Olli Jarviniemi úr Finnlandi.

Hin føroyingurin í hesum bólki - Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag - telvaði javnt móti øðrum finnlendingi, Eetu Torvinen, og hevur eitt stig.

Luitjen

Í bólki C hevur Luitjen Akselsson Apol 2½ stig, og er á deildum triðja plássi. Luitjen tapti í fyrra umfarinum í gjár toppdystin móti oddamanninum Adrian Søderstrøm úr Svøríki, men í seinna umfarinum bragdaði móti Eino Pollki úr Finnlandi. Hin føroyingurin - Elias Petersen - tapti bæði talvimni í gjár, men hevur 1½ stig eftir góð úrslit fyrradagin.

Í morgun telvar Luitjen móti Tasa Joel úr Finnlandi, sum hevur væl lægri styrkital, men hevur staðið seg óføra væl.

Føroyska úrtøkan hevur verið slakast í yngstu bólkunum. Í bólki D hava Brestir Samuelsen og Petur Magnussen eitt hálvt stig hvør fyri innanhýsis javnleikin sínamillum, og í yngsta bólkinum - bólki E - hevur Jamil Emil Jakobsen eitt stig fyri sigurin á Lukas Páll Wiberg, sum einki stig hevur.

Endabrestur í Havn

Kappingin endar í dag. Telvað verður á Hotel Føroyum. Klokkan tíggju í morgun var farið undir talvini í fimta umfari. Sætta og seinasta umfar byrjar klokkan 16.00.

Til ber at fylgja við hvussu leikur fer á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.