Ongi úrslit

Talgilt koyrikort viðurkent í Føroyum og í Danmark

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
5. juli kl. 14:45

Frá 1. juli 2025 kunnu føroyskir bilførarar brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum.

Hetta er úrslit av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, undirskrivaðu 26. mai í ár.

Við hesum stigi hava vit gjørt tað møguligt hjá bilførarum at brúka talgilt koyrikort – óansæð um tú ert í Føroyum ella í Danmark.

Vónin er, at hendan avtalan er fyrsta stigið á leiðini til, at føroyskt talgilt koyrikort kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Talgilt koyrikort er við hesum javnsett við vanligt koyrikort og kann brúkast sum lógligt prógv at koyra bæði í Føroyum og í Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

23 tímar síðan

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í gjár kl. 16:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

8 tímar síðan