Ongi úrslit

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

Áki Bertholdsen
3. juli 2025 kl. 12:00

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er kendi portugisiski fótbóltsspælarin, 28 ára gamli Diogo Jota, og yngri beiggi hansara, 26 ára gamli, André, sum eisini var fótbóltsspælari, deyðir í ferðsluvanlukku. André spældi fyri FC Penafiel í næstbestu deildini í Portugal og, teimum flestu kunugt, spældi Diogo Jota fyri Liverpool og portugisiska landsliðið.

Vanlukkan hendi í Spania, á A52 motorvegnum í Cernadilla, sum er beint við markið til Portugal.

Vanlukkan hendi um midnáttarleitið og løgreglan í Spania hevur hevur nú greitt frá, at tey halda seg vita, hví óhappið hendi, skrivar BBC.

Teir báðir brøðurnir komu koyra í einum Lamborghini og kanningarnar hava víst, at bilurin punkteraði ímeðan teir skulu yvirhála ein annan bil.

Av tí sama fór bilurin út av og eldur kom í hann. Sløkkilið og sjúkrabilar vóru á staðnum nakrar fáar minuttir seinni, men teir báðir stóðu ikki til at bjarga.

BBC skrivar eisini at í morgunin eru Liverpool - viðhaldsfólk farin at samlast uttan fyri Anfield, sum er heimavøllurin hjá Liverpool at minnast Diogo Jota við blómum, fløggum og minniskortum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47