Tað verður neyðugt at vit fáa meiri fyri hvørja krónu.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Tí sigur hann, at Sambandflokkurin tekur undir við endamálinum hjá samgonguni um at rationalisera almenna bygnaðin og at leggja stovnar saman.
– Vit skulu hava meiri fyri hvørja skattakrónu, sigur hann.
Fáa vit færri og størri eindir, kann almenna umsitingin verða nógv bíligari at reka, sigur hann.
Hann sigur, at sum almenni bygnaðurin er nú, avspeglar hann ikki allar íløgurnar vit hava gjørt í at binda landið saman.
Tí ber tað til at leggja kommunur saman, at leggja skúlar saman og at legga almennar stovnar saman, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann vísir á, at tit eru eini í eini tíð, har tað er stórt trot á arbeiðsmegi, bæði hjá í almenna, og hjá tí privata, so tað skuldi ligið væl fyri at rationalisera.
Hann veit væl av, at talið á landsstýrifólkum koppar ongum búskapi. Men at hava heili níggju landsstýrisfólk er eitt signal um oyðsl og manglandi virðing fyri skattakrónunum, og tað smittar niður ígjøgnum alla skipanina, heldur hann.
Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at eitt hugskot er at seta setanarstegð í verk hjá tí almenna til greiða er fingin á, hvussu almenni bygnaðurin skal umskipast. Tað vil siga, at einki starvsfólk skal setast í starv aftur at fyrr enn vit vita, hvussu bygnaðurin skal vera.
Jóhannis Joensen, sum eisini er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, ger greit, at sparingar skulu ikki gerast á gólvinum, ella inni í skúlastovunum. Tað, sum skal sparast í skúlaverkinum, skal sparast longur upp í skipanini, í fyrisitingini, ger hann greitt.
Kanska skulu hava færri starvsfólk at hava eftirlit við øllum møguligum og spurningurin er eisini um vit hava brúk fyri øllum ráðgevarum, sum eru á øllum møguligum økjum.