Nú tekur Tórshavnar býráð eitt stórt stig fram ímóti at minka um útlátið frá skipum - og fyri at tryggja fólki náttarfrið.
Í gjár skrivaðu Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kristoffur D. Joensen, stjóri í Install, nevniliga undir sáttmála um eina skipan við landstreymi til Vestaru bryggju í Havn.
Skipanin skal veita landstreym til skip, sum avreiða til Barðið, serliga frystilínuskipini, umframt onnur skip og bátar, sum liggja við Vestaru bryggju.
Framyvir skulu hesi skip binda í landstreym, tá ið tey koma inn at avreiða, ella at liggja har.
Býráðið sigur, at Tórshavnar havn hevur nettupp lagt dent á at landstreymur á Vestaru Bryggju, skal vera fyrsta stigið í eini ætlan um at fáa landstreym til allar havninar í kommununi hesi næstu árini.
– Nógv virksemi er á Vestaru bryggju, sum liggur nokk so nær við býin, og við hesi skipanini fara fólk, serliga úti á Reyni, at merkja, at óljóð frá skipunum við vestaru bryggju fer at minka, tá ið hava knýttt í landstreym.
Skipanin kostar slakar 2,4 milliónir, men býráðið hevur fingið 1,25 millión í stuðuli úr Landskassanum til endamálið.
Landstreymur er ein liður í at minka um útlátið frá sjóvinnuni, og samstundis vil tað minka munandi um ljóðdálkingina frá skipum, sum liggja við kai.
Í ár vórðu tvær milliónir settar av á landsins fíggjarlóg til at stuðla kommunum at útvega skipum landstreym.
Somuleiðis verða tvær milliónir settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár og ætlanin er, at játtanin skal hækka til fimm milliónir í 2027.