Ongi úrslit

Tær 50 bestu matstovurnar í heiminum kosnar

Meðan føroyska Koks ikki var á ársins lista, vórðu einans tvær skandinaviskar matstovur kosnar at vera millum heimsins bestu.

Rúni Korsgaard
6. juni 2024 kl. 20:00

Hesar vóru tær báðar Frantzén í Stokkhólmi í Svøríki og Alchemist í Keypmannahavn í Danmark, sum vórðu mettar til ávikavist 35. og 8. plássi. Alchemist fór trý pláss aftur í mun til í fjør.

Listin, sum vanliga verður umrøddur sum tann óalmenni listin yvir heimsins mætastu matstovur, varð kunngjørdur í Las Vegas í gjár av World’s Best Restaurant Academy.

Vinnarin av ársins heiðri var Disfrutar, stødd í Barcelona í Spania, sum fór eitt pláss fram í røðini í mun til í fjør. Kokkarnir handan Disfrutar hittust í síni tíð á víðagitnu El Bulli matstovuni, sum ikki er til longur, áðrenn teir settu á stovn Disfrutar í 2014. Í grundgevingini fyri ársins fyrsta pláss verða m.a. teir kreativu rættirnir og tøkniligi dugnaskapurin hjá kokkunum drigið fram.

Uttan at staðfesta eitt nýrák innan matheimin, ber sambært listanum til at ásanna, at heilt mangar matstovur, sum gera mat úr sponsku og suðuramerikonsku matmentanini, eru við í ár – ein matmentan, sum ikki altíð áður hevur í stóran mun verið sett í samband við fínari matgerðarlist. Umframt nevnda 1. plássið, er matstovan Asador Etxebarri, sum liggur í Atxondo í Baskaralandinum í Spania, á øðrum plássi, og annars hava matstovur í m.a. Peru, Meksiko, Argentina, Kolumbia og Brasil fingið tignarstig á ársins lista.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44