Í fjør endaði næstbesta liðið hjá Víkingi næstfremst og bara eitt stig aftanfyri toppliðið í næstbestu deildini ÍF. Í fjør flutti EB/Streymur upp í næstbestu deildina.
Í kvøld hittust hesi bæði liðini í Sarpugerði í Norðragøtu, og úrslitið bendir á, at dagsskráin hjá Víkingi aftur verður at kappast í toppinum, og at luturin hjá EB/Streymi verður at stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður aftur.
Í fyrsta umfari spældu bæði Víkingur og EB/Streymur í Gundadali. EB/Streymur tapti 3-1 ímóti B36, og Víkingur vann 4-0 ímóti HB.
Í kvøld vann Víkingur 7-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-1. Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 6 stig og málmunin 11-1, og EB/Streymur einki stig hevur og málmunin 2-10.
Aron Jarnskor Ellingsgaard og Fannhard Skoradal skoraðu bæði í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki. Hans Pauli á Bø javnaði til 1-1, og Poul Kallsberg legði undan steðginum Víking á odda 3-1. Eftir steðgin skoraðu umframt Aron Jarnskor Ellingsgaard og Fannhard Skoradal eisini Jákup Andrian Thomsen og Tonni J. Thomsen, sum báðir vórðu innskiftir, tá ið ein lítil tími var farin.
Hósdagin 6. apríl verður skírisdagur. Tá fær næstbesta liðið hjá EB/Streymi vitjan av næstbesta liðnum hjá B68, og tá fær næstbesta liðið hjá Víkingi vitjan av næstbesta liðnum hjá B36.
Fýra dystir í næstbestu deildini vera í morgin:
KÍ – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.30
B68 – HB: Jón Tór Baldvinsson kl. 16.00
Skála – FC Hoyvík: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00
B36 – B71: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.30
Í kvøld
Víkingur – EB/Streymur 7 – 1 (3 – 1)
Dómari: Heini Viðoy
1-0: Aron Jarnskor Ellingsgaard
1-1: Hans Pauli á Bø
2-1: Fannhard Skoradal
3-1: Poul Kallsberg
4-1: Aron Jarnskor Ellingsgaard
5-1: Fannhard Skoradal
6-1: Jákup Andrias Thomsen
7-1: Tonni Thomsen