Ongi úrslit

Tað verður undantak um úrslitið ikki verður 2-2

Fimm av seks teimum seinastu lokaluppgerðunum í Gundadali eru endaðar 2-2

Jóannes Hansen
7 tímar síðan

Tríggjar av teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um løgmanssteypiðvera klokkan 18.30 í kvøld. Fjórða fjórðingsfinalan verður í annaðkvøld, tá ið 07 Vestur fær vitjan av NSÍ. Eftir síðsta bríksl í Sørvági verður lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinalunum.

Hálvfinalurnar vera 13. mai og 24. juni.

Í Gundadali hittast HB og B36, og spenningurin er stórur, um tað verður HB ella B36, sum í kvøld verður varpað úr kappingini um løgmanssteypið.

Um tað fer at laga seg soleiðis, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar, so kann tað væl vera, at tað verður neyðugt við longdari leiktíð og kanska eisini brotssparkskapping, áðrenn vinnarin verður funnin.

Mánadagin 6. apríl, 2. páskadag, hittust HB og B36 í fjórða umfari í ársins landskapping, og tá var úrslitið 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1 og eftir, at HB var frammanfyri bæði 1-0 og 2-1.  

Seks tær seinastu grannauppgerðirnar eru endaðar soleiðis:

06.04.26: HB – B36 2-2

14.09.25: HB – B36 2-2

06.07.25: B36 – HB 2-2

13.04.25: HB – B36 2-3

02.11.24: B36 – HB 2-2 (HB vann brotssparkskappingina og steypafinaluna)

28.09.24: B36 – HB 2-2

Í Sarpugerði fær Víkingur í kvøld vitjan av FC Hoyvík í næstbestu deildini.

Á Svangaskarði hittast B68 og KÍ. Tá ið B68 11. apríl var í Klaksvík, endaði landskappingardysturin við 6-1 heimasigri.

LØGMANSSTEYPIÐ

Fjórðingsfinalur

Mikudagin 29. apríl

Víkingur – FC Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 18.30

B68 – KÍ: Høgni Madsen kl. 18.30

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 18.30

Hósdagin 30. apríl

07 Vestur – NSÍ: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

13 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44