Ongi úrslit

Tað verður long tíð áðrenn lógin um útlendingar í Føroyum verður broytt

Allir flokkar á Løgtingi eru við í arbeiðnum
Áki Bertholdsen
26. november kl. 09:16

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra útlendingalógina. Men hetta er eitt drúgt ov víðfevnd arbeiði, so tað verður ikki enn á sinni, at lógin verður broytt.

Tað sæst, nú Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi í Løgtinginum

Tað er Hanna Jensen, tingskvinna fyri Framsókn, sum hevur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðnum at broyta útlendingalógina.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at ein politiskur fylgibólkur, við einum umboði úr øllum flokki á Løgtingi, er settur í sambandi við arbeiðið at dagføra útlendingalógina fyri Føroyar.

Hann sigur, at fundur hevur verið við politiska fylgibólkin umleið annan hvønn mánað og sjálvur heldur hann, at tað hevur gingið væl.

Eftir ætlan verður arbeiðið at gjøgnumganga verandi útlendingalóg, liðugt næsta summar. Síðani skal Udlændinge- og Integrationsministeriet í Danmark gera eitt uppskot til eina nýggja útlendingalóg fyri Føroyar.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at tað er ringt at siga, nær uppskotið til nýggja útlendingalóg fyri Føroyar verður lagt fyri Løgtingið.

Hann sigur, at gongur arbeiðið væl, og landsstýrisfólkið sum umsitur hetta økið tá ið tann tíð kemur, vil seta broytingarnar í verk, verður tað í fyrsta lagi á vári 2027.

Sjálvur heldur hann, at útlendingalógin eigur at verða dagførd, og serliga er tørvur á at broyta reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og reglurnar um familjusameining.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19