Ongi úrslit

Tað verður betri um ein mánað

Venjari og spælarar halda, at tapið í EM undankappingardystinum í kvøld móti Montenegro gevur amboð at arbeiða við fram móti dystinum ímóti Montenegro í HM endaspælinum um ein góðan mánað

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 21:25

Um fimm vikur verður HM endaspælið í kvinnuhondbólti í Týsklandi og Niðurlondum.

Føroyar vera partur av endaspælinum, og í fyrsta dystinum verður Montenegro mótstøðuliðið.

Montenegro, sum er styrkismett ovast í bólkinum, var í kvøld mótstøðuliðið hjá Føroyum í EM undankappingardystinum í høllini við Tjarnir, har tað var heilt nógv fólk.

Montenegro vann 32-26. Eftir síðsta bríksl var semja í føroysku leguni um, at hetta var munurin á liðunum, og at tær í Montenegro hava nógvar altjóða royndir, sum koma væl við, meðan føroysku kvinnurnar hava ikki enn hesar royndirnar.

Í fyrra hálvleiki gekk tað akkurát soleiðis, sum føroyska liðið hevði vónað. Hálvleiksstøðan var 14-14, og føroyska liðið vísti fínan moral, tá ið gestirnir vóru frammanfyri 11-7, og tað eydnaðist Føroyum at svara aftur og vinna seg upp á 14-14. Eisini hevði tað avgerandi týdning, at Rakul Wardum í føroyska málinum spældi so væl.

Eftir steðgin gekk tað øðrvísi. Tær úr Montenegro spældu í høgri giri, enn tær høvdu gjørt, føroysku spælararnir kendust vera meiri strongdar, og tað var neyðugt at arbeiða nógv meiri fyri møguleikunum, enn tað var í fyrra hálvleiki.

-Vit mugu bara staðfesta, at stóri munurin er, at vit eiga evnaríkar spælarar, sum ikki eiga so nógvar royndir. Montenegro eigur spælarar, sum eru dugnaligir, og sum eiga nógvar altjóða royndir. Tað var stóri munurin. Tá ið vit taka samanum, so eru tvey stig á útivølli ímóti Íslandi og á heimavølli ímóti Montenegro ikki so galið. Yvirskipað kunnu vit fegnast um, at vit undan HM endaspælinum í kvøld hava spælt ímóti liði, sum í nógv ár hevur verið í topp átta í heiminum. Vit sóu hvørjir veikleikarnir vóru í kvøld. Eitt nú at vit viðhvørt vóru skjøtisleysar í seinna hálvleiki, og tað kunnu vit rætta uppá, sigur landsliðsvenjarin Claus Mogensen í samrøðu við Kringvarp Føroya.

 -Vit mugu bara staðfesta, at eftir steðgin vísti tað seg, at tað var munur á liðunum. Tær vóru kropsliga betri fyri. Sjey ímóti seks spælinum riggaði ikki, sum vit vildu, og so kendist tað rættilga tungt at finna loysnir í álopsspælinum, tí tær vóru ógvuliga stinnar í verjuspælinum, sigur føroyski liðformaðurin Pernille Brandenborg við Kringvarp Føroya. Í kvøld var hon fyri 50. ferð á føroyska landsliðnum.

Føroyska staðfestingin er, at vit mugu bara staðfesta, at í kvøld vísti úrslitið, hvør munurin er á føroyska landsliðnum og heimsstjørnunum úr Montenegro. Teirra spælarar eru hægri og væl tyngri enn okkara, og í seinna hálvleiki var samanspælið millum verjuna og málverjan ógvuliga gott.

Undan HM endaspælinum fara Føroyar at spæla vinadyst ímóti Íslandi, áðrenn HM og Montenegro aftur verður á skránni.

Avrikið í fyrra hálvleiki og hálvleiksstøðan er gott grundarlag at fyrireika seg til HM endaspælið. Í fyrireikingunum fara venjarin og spælararnir at gáa eftir, hví sjey ímóti seks spælið riggaði so væl í fyrra hálvleiki, meðan tað ikki riggaði eftir steðgin.

Størstu spurningarnir eru, hvussu tað fer at bera til at byrgja upp fyri so stórum og tungum strikuspælarum, og hvussu tað skal rigga at fáa bakspælararnar at avrika betri og fáa størri breidd í álopsspælið, so síðuspælararnir kunnu eiga størri part í spælinum.

Føroyar – Montenegro 26-32 (14-14)

Føroyar: Jana Mittún 6, Pernille Brandenborg 5, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Maria Halsdóttir Weyhe 1, Elsa Egholm 1, Bjarta Osberg Johansen 1, Rannvá Olsen 1, Maria Páldóttr Nólsoy 1

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

16 tímar síðan

Sissal fer at biðja sær farloyvi

11 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45