Ongi úrslit

Tað verða alsamt fleiri útlendingar í Føroyum

Áki Bertholdsen
12. august kl. 09:15

Sum vit skrivaðu í gjár, veksur fólkatalið alsamt. Men fyri ein part eru tað útlendingar, sum koma til Føroya, sum fáa fólkatalið at veksa.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at tað verða alsamt fleiri útlendingar í Føroyum.

Og tann broytingin hevur gingið skjótt, tí fyri bara 15 árum síðani, í 2010, vóru 98 prosent av fólkinum í Føroyum, danskir ríkisborgarar og tvey prosent vóru útlendingar. Tað merkir, at av teimum 48.487 fólkunum, sum búðu í Føroyum tá, vóru 1.064 útlendingar.

Men nú er tað talið komið niður á 93,7 prosent, sum eru danskir ríkisborgarar og 6,3 prosent av fólkinum í Føroyum eru útlendingar.

Tað merkir, at av teimum gott 55.000 fólkunum, sum búgva í Føroyum nú, eru næstan 4.000 útlendingar.

Tann størsti bólkurin av útlendingum, sum býr í Føroyum, eru fólk út øðrum londum í Evropa enn norðurlondum. Tey eru 1.368 í tali.

Bólkurin av fólki, sum kemur úr Asia, er næstan líka stórur, tí í løruni búgva 1.224 asiatar í Føroyum. Hinvegin búgva næstan 350 afrikanarar í Føroyum, næstan 300 norðurlendingar og næstan 200 amerikanarar.

Men sum talvan niðan fyri vísur, eru teir flestu útlendingarnir, sum eru her, menn. Serliga stórur er munurin á teimum, sum eru úr øðrum londum í Evropa enn Norðurlondum.

Tað sæst eisini, at nógv tann størsti bólkurin av útlendingum, eru menn ímillum 30 og 39 ár næststørsti bólkurin eru kvinnur ímillum 30 og 39 ár. Tað er broytt eitt sindur, tí fyri nøkrum árum síðani vóru tað kvinnur, sum vóru í meiriluta.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46