Ongi úrslit

Tað var Ikki lógligt

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Seks av teimum níggju dómarunum í amerikanska Hægstarætti, hava atkvøtt í avgerðini um, at tollurin hjá Trump ikki er lógligur. Tað stendur í avgerðini á heimasíðuni hjá teimum.

Høvuðsdómarin John Roberts, ein av teimum seks dómarunum í meirilutanum, skrivar í einum teksti til avgerðina, at forsetin skal hava greiða heimild frá kongressini, um hann lógliga skal brúka altjóða neyðbúskaparligu valdslógina, til at áleggja øðrum londum hækkaðan toll.

Tað hevði hann ikki, tá hann innførdi nýggjar tollar, og tí hevur Hægstirættur mett, at tað ikki var lógligt hjá honum at innføra hækkaðan toll, mótvegis einum hópi av londum í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

Í gjár kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09