Flóttafólk, sum eru komin úr Ukraina til Føroya, eiga at fáa tryggari umstøður.
Tað heldur Landsstýrið, og tað er eisini endamálið við einum uppskoti, Landsstýri fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Landsstýrið vísir á, at í vár stóðu útvið 50 ukrainar, sum hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum til at missa sín bústaðin í alt summar, tí hann skuldi leigast út til ferðafólk.
Onnur skuldu út, tí bústaðurin skuldi seljast ella nýtast til annað endamál, ella tí tey ikki høvdu ráð at rinda húsaleiguna.
Fyri at tryggja, at hesi fólkini fólkini ikki endaðu á gøtuni, varð Barnaheimið leigað til tey at búgva í.
Landsstýrið sigur, at vandi er fyri, at tað sama endurtekur seg næsta ár. Tí skal Landsverk nú fáa ábyrgdina av at útvega bygningar og høli at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til flóttafólk úr Ukraina.
Samstundis skal Almannaverkið standa fyri at ávísa, hvør skal hava bústað og geva teimum ráðgeving og stuðul á sosiala økinum.
Í hesum sambandi fær Almannaverkið heimild at seta ein sosialan samskipara, sum burturav skal taka sær av at hjálpa flóttafólkunum, sum búgva í hesum bústøðum.
Landsstýrið sigur eisini, at tað hevur verið ein trupulleiki, at flóttafólkini úr Ukraina hava ikki verið fevnd av ymiskum lógum á almannaøkinum.
Avleiðingin er, at í nógvum førum kunnu tey ikki fáa nøktandi hjálp, og hetta er eisini ein orsøk til, at nógvir ukrainar missa bústaðin, tí tey hava ikki ráð til húsaleiguna.
Eitt nú eru tey ikki fevnd av lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og tí kann Almannaverkið heldur ikki hjálpa teimum at fáa arbeiði, eitt nú við at bjóða teimum arbeiðsbúgving ella virknisvenjing.
Summir av burturriknu ukrainunum eru harafturat stakir uppihaldarar at børnum, men hava ikki rætt til barnaískoyti.
Alt tað merkir, at tey ikki hava nóg góðan møguleika at fóta sær í føroyska samfelagnum.
Sostatt verður neyðugt at loysa hendan trupulleikan við at at áseta ymiskar serreglur á almannaøkinum, sigur Landsstýrið.
Tað fevnir uppskotið, sum Landsstýrið leggur fyri Løgtingið, eisini um.