Ongi úrslit

Tað skal vera lættari at sleppa til sálarfrøðing

Birita Lamhauge Jóansdóttir, Valevni fyri Fólkaflokkin
1 tími síðan

Lægrið egingjald til sálarfrøðing

Ynskja fólk sálarfrøðiliga viðgerð hjá privat starvandi sálarfrøðingi skulu tey sjálvi rinda 60% av upphæddini meðan Heilsutrygd rindar 40%. Persónurin rindar soleiðis sjálvur 632 krónur. Tað er gleðiligt at vit hava eina stuðulsskipan, men 632 krónur fleiri ferðir kunna gerðast nógvir pengar hjá summum og tað er óheppið, um pengar forða fyri, at fólk leita sær neyðugu hjálpina. Eitt ávíst egingjald kann virka motiverandi í mun til at taka ímóti hjálp og fáa nakað burtur úr henni, men egingjaldið kundi við tíðini verið broytt soleiðis, at Heilsutrygd rindar 60% og persónurin sjálvur 40%.


Tað skal ikki vera neyðugt við einari diagnosu fyru at fáa hjálp

Eisini er tað óheppið, at bert diagnosurnar ótti og tunglyndið geva atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga hjálp. Hóast fólk flest onkusvegna kenna seg aftur í hesum báðum kassum, so er skjótt at fólk enda júst í hesum kassum, tí teimum tørvar hjálp og hetta eru einastu kassarnir, ið tey kunna brúka. Betur hevði verið, at skipanin ikki var so tengd at diagnosum, men laga soleiðis, at ung og vaksin, ið onkusvegna stríðast í lívinum og ynskja sálarfrøðiliga hjálp, kundu fingið hesa hjálp – uttan enduliga at skula hava eina diagnosu. Hjálpin kundi verið veitt við einum egingjaldið. Diagnosur eru í síni heild atferðarsúmptomir og ikki enduliga biologiskt staðfestar. Sambandið millum umhvørvið og genetik er trupult at greina og tað ber ikki til at tulka atferðina hjá fólki óhefta av tí lívið, tey hava liva og teir kontekstir, tey eru partar av. Vit eiga at blíva betur til at hjálpa øllum børnum, ungum og vaksnum. Tað eigur ikki at vera neyðugt við einari diagnosu, fyri at fáa røttu hjálpina.   


Betri hjálp til út-tøppan av psykiatriskum heilivági 

Vit kundu endurskoða ávísar mannagongdir í mun til at hjálpa fólki, at sleppa av við psykiatriskan heilivág. Nógvur av hesum heilivágið er sera bindandi, kann skapa abstinens – og út-tøppningssúmptomir, og kann tí vera sera trupul at koma burturúr. Fólk, ið fegin vilja halda uppat at taka psykiatriskan heilivág og læknin metir hetta vera ráðiligt, eiga at fáa røttu hjálpina til tess.    


Birita Lamhauge Jóansdóttir

Valevni fyri Fólkaflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46