Ongi úrslit

Tað skal loysa seg at arbeiða

vit skulu ikki gera skattaálop á einstakar bólkar

Hans Pauli Henryson, valevni fyri Fólkaflokkin
10 tímar síðan

Vit føroyingar hava altíð verið óførir at finna okkum arbeiði – góð og væl lønt arbeiði. Neyvan er nøkur tjóð, ið hevur fólk staðsett á so nógvum altjóða arbeiðsplássum, sum føroyingar. Føroyingar hava leingi starvast uttanlands, bæði á sjógvi og landi. Tað hevur altíð verið ein av okkara styrkjum, og vit hava vunnið væl av peningi, sum er farin beinleiðis til landið. Hetta hevur somuleiðis ført við sær eina røð av virðismiklum førleikum, sum hava verið høgt í metum hjá altjóða arbeiðsgevarum.

Tá ið vit eru eitt so lítið land, sum Føroyar er, er umráðandi, at vit eru víðskygd og hava áræði, og tað hava føroyingar altíð havt. Tí er so umráðandi at halda fast um hesa siðvenjuna – at søkja út um landoddarnar og finna okkum vitanartung og trygg størv. Um vit bert eggja til og veita umstøður í okkara landi til, at øll skulu arbeiða her heima, kemur stígur í, og vit enda í eini støðu, har vit koma at “klippa hvør øðrum”.

Nei, vit eiga at gera korini at liva góð hjá teimum, sum starvast og ætla at starvast uttanlands, so at familjurnar framvegis velja at verða búgvandi her í landi okkara.

Hvussu gera vit tað? Jú, tað skal loysa seg at búgva í Føroyum, eisini hjá teimum, sum arbeiða uttanlands. Vit skulu ikki gera skattaálop á einstakar bólkar. Vit skulu gera tað gott og liviligt hjá øllum føroyingum at búgva í Føroyum. Tað skal loysa seg at arbeiða.

Seti kross við eina sterka rødd úr Fólkaflokkinum.

Hans Pauli Henryson

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

21 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46