Fróði Benjaminsen er landsliðsvenjari hjá U-17 dreingjunum. Nú hevur hann sent boð eftir teimum 18, sum hann hevur gjørt av skulu umboða Føroyar í menningarkappingini, sum um mánaðarskiftið verður í Albania.
Merkisvert er tað, at føroyameistararnir í Klaksvík, sum eftir fimm umfør eru topplið í bestu deildini, eiga ein spælara, og at HB og B36 eiga tveir spælarar í part í hópinum.
Størstu umboðanina eigur Skála. Fýra dreingir úr Skála Ítróttarfelag hava fingið boð um at vera við á U-17 landsliðnum. Næststørsta umboðanina eigur Víkingur. Tríggir dreingir úr Víkingi hava fingið landsliðsboð frá Fróða Benjaminsen.
FSF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Aserbadjan, Moldova og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum frá 30. apríl til 8. mai fer til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping verður á skránni.
Fróði Benjaminsen er venjari, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til kappingina í Albania.
Hópurin
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Torkil Skála, AB
Rói Høgnason Vang, AB
Sjúrður Henriksen, AB
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi Jógvansson Christiansen, B36
Sjúrður Saltá, B68
Leif Ellingsgaard, HB
Stefan Djumic, HB
Rani Josephsen, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Signarsson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Arnór Brandsson, Víkingur
Skráin
2. mai Føroyar – Aserbadjan
4. mai Moldova – Føroyar
7. mai Albania – Føroyar
Seinni í summar skulu U17-dreingirnir til NM í Finnlandi, og í november verður EM-undankapping í Kroatia, har Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Onglandi og Kosovo, skrivar FSF á heimasíðu síni fsf.fo.