Ongi úrslit

Tað KANN verða koyrandi ígjøgnum tunnilin í heyst

Men tað er treytað av, at Løgtingið samtykkir eina eykajáttan

Áki Bertholdsen
14. februar kl. 12:55

Hetta verður kanska seinasti veturin, har tey, sum skulu til Dals, og úr bygdini aftur, noyðast eftir tí ótespuliga vegnum ígjøgnum bergið.

Ì fleiri ár hava tey arbeitt upp á tunnil til Dals, og hann KANN verða liðugur nú í heyst, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, og dalbingur, hevur fregnast hjá landsstýrismanninum um Dalstunnilin.

Dalstunnilin er 2,2 kilometrar langur, og vegastrekki, sum skulu gerast í tí sambandi, er 300 metrar. Harumframt er ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali breiðkaðir.

Grót frá tunlinum er eisini brúkt til at umleggja eitt stórt sving á Skálavíkarvegnum.

Í fjør varð arbeitt upp á vegin í tunlinum umframt upp á tunnilsmunnarnar og við at tryggja tunnilin.

Í ár er ætlanin at gera tey arbeiðini liðug, umframt at arbeitt verður við at leggja tekniskar installatiónir í tunnilin og at seta trygdarútgerð og ljós upp - og at asfaltera vegin í tunlinum.

 

Í løtuni verður arbeitt við at gera eina vegagrøv til dren og til kaðalar. Talan er um kaðalar til telesamskifti, Sev og til tað elektriska í sjálvum tunlinum.

Arbeiðið at tryggja tunnilin, verður gjørt liðugt og í tí sambandi verða 700 metrar av betongi sproytað í tunnilsloftið.

Hetta verður ætlandi gjørt í apríl-mai í ár. Farið er undir at gera tunnilsmunnan Dalsmegin, og síðan verður tunnilsmunnin gjørdur Húsavíkarmegin og tað arbeiðið verður væntandi liðugt í summar.

Somuleiðis skal vegurin asfalterast.

Í næsta mánað verður tvey arbeiðið boðin út, tað eru elarbeiðið, og arbeiðið at seta trygdarútgerðina upp. Og eftir ætlan verður farið undir tey arbeiðini í mai og tey fara at at taka 4-5 mánaðir.

Tilsamans fer Dalstunnilin at kosta 168 milliónir. krónur.

Tunnilin KANN takast í brúk í heyst - men tað er treytað av, at Løgtingið samtykkir eina eykajáttan til arbeiðið nú í vár.

Við árslok vórðu 110 milliónir brúktar upp á tunnilin og nú eru 35 milliónir eftir at brúka í ár. Sostatt er tørvur á eini eykajáttan upp á 23 millónir fyri at gera alt liðugt, sigur Landsstýrismaðurin og vónar, at peningurin kann útvegast so at tunnilin kann takast í brúk í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

23. mars kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45

Tunnilin verður tikin í brúk í juni

21. mars kl. 11:43

Soleiðis sær út í Fámjinstunlinum - her eru myndirnar

Í gjár kl. 15:36

Kvinna við barnavogni rakt av bili - men lítlan og ongan skaða

23. mars kl. 09:47