Í kvøld endaði tað við 2-0 heimasigri, tá ið uppflytararnir í AB høvdu vitjan av B68. Hetta var fyrsti landskappingardystur í hesum kappingarárinum. Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari vera í morgin: NSÍ – Víkingur, Skála – HB, 07 Vestur – KÍ og B36 – EB/Streymur.
Hálvleiksstøðan í góðveðrinum á Argjum í kvøld var 1-0.
Eftir horna úr vinstru var tað miðvallarin Obule Sunday Moses, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt millum fleiri spælarar og í handara síðunetið.
Fýra minuttir eftir steðgin tvífaldaði heimaliðið um leiðsluna. Eftir gott uppspæl í vinstru og flatt innlegg frá vongverjanum Sjúrði Henriksen var tað Ragnar Skála, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. Ragnar er aftur í barndómsfelagnum á Argjum, eftir at hann tvey tey seinastu árini hevur spælt í Eysturoy. Í fyrraárið var hann á Skála, og í fjør var hann í Sarpugerði og spældi við Víkingi.
B68 var nógv á bóltinum í fyrra hálvleiki og serliga eftir, at AB hevði økt um munin til 2-0. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin aftanfyri stinna AB málverjan Jesper C. Sørensen. Síðstu løtuna, tá ið totftamenn spentu álopsbogan, var tað onkra ferðina heilt vandamikið í hinum endanum, men tá bjargaði Tórður Thomsen.
Í øðrum umfari fer AB at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, sum í ár spælir heimadystirnar við Margáir í Streymnesi.
Í øðrum umfari fer B68 at spæla á heimavølli ímóti Skála, sum í fjør flutti upp saman við AB.
AB – B68 2-0 (1-0)
1-0: Obule Sunday Moses 9.
2-0: Ragnar Skála 49.
Dómari: Dagfinn Forná
AB: Jesper C. Sørensen – Jimmy Abdul, Søren N. Samuelsen, Gunnar Reynslág – Luca Ørsted Thorstensen, Páll Eirik Djurhuus, Obule Sunday Moses, Sjúrður Henriksen – Ragnar Skála, Brian Jakobsen, Bjarki C. Nielsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Torkil Úlvur Holm, Nicolai Møller Dohn, Aron Reinert-Petersen – Isah Ahmed Latif, Hanus Højgaard, Patrick Mensah, Djóni Samuelsen – Jovan Goronjic, Sebastian Lau Nielsen