Ongi úrslit

Tað kann kennast sum eitt parlag – Sissal um samstarvið við Eugen

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
31. oktober kl. 11:22

Bylgjurnar eru høgar, tá Sissal og Eugen hittast í dansistovuni, og á mangan hátt kann tað kennast sum at vera í einum parlagi, sigur Sissal.

Undir venjing lærir Sissal ikki bara at dansa, men eisini nógv um disiplin, sigur hon. 

– Eg haldi sum heild, at munurin á mær og einum yrkisdansara er, at mín Eugen hevur kappast í nógv ár, so hansara disiplin er nakað, sum eg ongantíð komi at nærkast. Eg var elitufimleikari tá eg var yngri, men tá tað gjørdist stuttligt at fara út á býin, steðgaði eg, sigur hon og leggur afturat, at hóast hon hevur luttikið í Melodi Grand Prix, so er tónleikur nakað, sum henni dámar væl at gera, og ikk nakað, sum hon kappast í.

Tað hevur víst seg, at Sissal og Eugen eru sera ymisk á nógvum økjum, og bylgjurnar kunnu vera høgar, tá Sissal og Eugen Miu møtast í dansistovuni, sigur hon.

– Vit verða heilt sikkurt nógv betri vinir eftir “Vild med dans”. Vit hava tað sera stuttligt, men vit eru so ymisk í mátanum vit reagera uppá. Eg eri eitt sindur, ‘’ja ja, tað fer at loysa seg’’, og hann blívur frustreraður av, at eg eri so flákrut, tí soleiðis virkar tað ikki í hesum heimi, og tað er satt, viðgongur Sissal og leggur afturat, at sambandið millum hana og Eugen á mangan hátt minnir um eitt parlag, sigur Sissal

Tá venjingin byrjar, møtast tey altíð við stórum smílið og eru umfavnandi, og tá venjingin byrjar, koma frustratiónirnar, klandur, róp og skríggj og annað sum hoyrur til, og eftir venjingina er tøgn og tey fara hvør til sítt.

– Vit eru saman hvønn einasta dag. Tað er ikki undarligt, at man verður frustreraður inn í millum, men vit hava tað gott saman, og tora at tosa um tingini, sigur Sissal at enda

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02