Skal politikkurin verða stýrdur av morali, má tað vera galdandi fyri øll - ikki bara Russland.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi topp - politikari í Javnaðarflokkinum í ein mansaldur.
Í sendingini, Stjórnin, á FM1, viðgjørdu tey samstarvið ímillum Føroyar og Russland, serliga við atliti at tí, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi.
Her verður serliga hugsað um at seta bann fyri, at skip, frá tveimum feløgum, sleppa til Føroya.
Tað eru tvey feløg, sum eru undir illgruna at hava trolarar, sum njósnast fyri Russland, og sum eisini eru undir illgruna fyri at hava framt herverk á sjókaðalar.
Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum í gjár, vóru fleiri politikarar samdir um, at tá ið Landsstýriskvinnn biður um at fáa hesa heimildina, er tað tí at hon ætlat dat brúka hana.
Heðin Zachariasen, fyrrverandi løgtingsmaður, og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at tá ið vit hava gjørt eina avtalu, hevur tað stóran týdning at vit halda hana.
Hann minnir eisini á, at altjóða samfelagið er samt um, at tiltøkini ímóti Russlandi skuldu ikki umfata matvørur.
Og tað er bara matvørur, okkara samstarv við Russland snýr seg um.
Hann ivast heldur ikki í, at bróta vit okkara avtalu við Russland, fara russarar eisini at taka stig ímóti føroyingum, sum fara at merkjast.
Jóannes Eidesgaard heldur, at skulu vit lata moral stýra politikkinum, má tað vera galdandi ímóti øllum londum, og ikki bara ímóti Russlandi - í hesum eina krígnum.
– Vit erpa okkum av, at vit hava gjørt fríhandilsavtalu við Turkaland, men, men hvørji moralsk virði standa tey fyri, spyr Jóannes Eidesgaard.
– Vit hava eisini samhandil við USA, sum hevur verið í kríggi fleiri ferðir.
Og vit hava sendimann í Ísrael, hóast vit, at kalla, ongan samhandil hava við Ísrael.
So skal politikkurin verða stýrdur av morali, má tað verða galdandi ímóti øllum londum - annars verður tað dupultmoralur, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tað er skeivt at bróta eina avtalu, vit hava gjørt.
– Tað kann bara vera skaðiligt fyri okkara umdømi, sigur hann.
Hann vísir á, at nú eru fýra mánaðir eftir av árinum, og eru mál, vit eru ónøgd við, kann tað takast upp, tá ið vit fara at samráðast um avtaluna fyri næsta ár.
– Seta vit tvey feløg á svartalista, hvítvaska vit samstundis øll hini feløgini, sigur Jóannes Eidesgaard.
– Er nøkur trygd fyri, at ongi onnur skip eru sek í tí sama, spurdi hann.
Samstundis hava myndugleikar heimild til at fara umborð á skipini at kanna tey, so hann heldur, at ivamálini kundu verið loyst upp á tann mátan.
– Hetta er ein stormur um einum vatnglasi, tí hetta hevur púra einki upp á seg, sigur fyrrverandi topp - politikarin hjá Javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at vit útflyta sild til Russlands fyri hundraðtals milliónir - og tað er einasti sildamarknurin, sum er yvirhøvur.
Tað merkir, at missa vit russiska marknaðin, liggja vit innibrend við allari sildini.
– Hetta, sum landsstýrið nú finnur upp á - at seta skip á svartalista - kemur ikki úr egnum barmi, men tað er tí at norðmenn og ES hava ein illgruna.
Men hann staðfestir í hesum sambandi, at bæði Novo Nordisk og Ecco samstarva við Russland við fullari kraft, sigur Jóannes Eidesgaard.
– Antin skal politikkurin verða stýrdur av morali, ella má hann verða stýrdur av handilsligum viðurskiftum. Skal politikkurin verða stýrdur av morali, má tað vera galdandi fyri øll.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at russarar hava gjørt greitt, at slitnar fiskivinnusamstarvið í Barentshavinum, fara teir at áseta sær tær kvotur teir vilja, sama, hvat fiskifrøðingar mæla til. Tí heldur hann, at samstarvið við russarar er eisini ein spurningur um varðveita ein fiskastovn, sum vit gagnnýta, burðardyggan.
– Annars er Hongkong tann stóri smuglara-miðdepilin í samband við handil við Russland, tí allur vesturlendskur handil við Russland fer umvegis Hongkong, sigur Tórbjørn Jacobsen.
– Men tað eru bara føroyingar, sum lata seg stýra at morali í politikki, leggur hann afturat.