Ongi úrslit

Tað hevði verið eitt jaligt yvirraskilsi, um eg tók feil í onkrum av dystunum bara ikki tí fyrsta

Heri Reynheim tippar hettar umfarið av meistaradeildini hjá monnum

Vilhelm Clementsen
4 tímar síðan

Til hettar umfari hava vit fingið formanin í Havnar arbeiðarafelag Hera Reynheim at tippa um úrslitini í bestu kappingini í fótbólti hjá monnum.

Talan er um umfarð millum tey vanligu top fimm móti teimum vanligu botn fimm, hóast tey ikki figurera so á tabellini beint nú , men sera komiskt, so liggja liðini alíkavæl so at talan er um núverandi top fimm móti botn fimm, men tey fara væntandi at skifta pláss aftur so líðandi.

Hetta eru, ikki yviraskandi, míni boð:

B36 – Skála: 1
KÍ – B68: 1
EB/Streymur – HB: 2
NSÍ – 07 Vestur: 1
Víkingur – AB: 1

Tað hevði verið eitt jaligt yvirraskilsi, um eg tók feil í onkrum av dystunum – bara ikki tí fyrsta!
Víkingur er favorittur í seinasta dysti, men eg hevði ikki havt nakað ímóti einum positivum yvirraskilsi her – eg hevði fegin sæð AB enda í topp 5, tá kappingin er liðug.

Heri heldur at mest áhugaverdi dysturin hettar umfarið er ímillum Víkingur og AB.

Uppá ein máta er hatta tann mest áhugaverdi, tí har skal AB veruliga prógva og varveita sína støðu í deildini, meðan Víkingur skal vinna fyri at koma í gongd í toppstíðnum. So hatta er tann mest intresanti dysturin, AB er beint nú í topp 5, og tað er Víkingur ikki.


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43