Ongi úrslit

Tað hevði ikki styrkt grindadrápið, men máað álitið undan tí

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Sjálvandi er grindadráp umfatað av lógini um djóravælferð. Tað siga teir báðir granskararnir í djóravælferð, Ása Johannesen og Sandra Ljósá Østerø, í grein á www.in.fo

Nú grindaformenn og ein sýslumaður eru meldaðir fyri djórapínslu, hava løgtingslimir úr øllum flokkum lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tað skal staðfestast, at lógin um djóravælferð skal ikki vera galdandi fyri grindadráp, tí har er tað grindalógin sum er galdandi.

Ført verður fram, at lógin um djóravælferð er um húsdýr og um seyð, neyt, og onnur tom dýr og hon kann ikki brúkast í samband tá ið vit veiða hval og onnur vill djór.

Men tað eru hesir báðir granskararnir ósamdir í, tí tær siga, at sjálvandi er lógin um djóravælferð eisini galdandi fyri grindadráp.

Tað tykist sum um at uppskotið hjá løgtingslimunum leggur upp til, at ongi atlit til djóravælferð skulu takast í sambandi við veiði, siga tær.

– Hetta hevði verið eitt ógvusligt afturstig, serliga tá hugsað verður um, at veiða av grind júst seinastu áratíggjuni er broytt munandi við tí fyri eyga, at minka um líðing og gera drápið meira í samsvari við ein nútímans hugburð til djóravælferð, siga tær.

– Grindalógin er fyrst og fremst ein skipanar- og veiðilóg. Hon kann ikki einsamøll tryggja tær almennu meginreglurnar um djóravælferð, sum Djóravælferðarlógin byggir á. Tískil kann hon heldur ikki avloysa Djóravælferðarlógina, men eigur at virka saman við henni, siga tær.

Tær siga, at hvalur verða er milum tey djór, sum líða illa, bæði pínu, strongd og ræðslu.

– Tískil hava vit sum menniskju eina etiska ábyrgd at tryggja, at okkara gerðir ikki útseta hval fyri óneyðugari líðing, siga granskararnir.

Tær siga, at tí er tað skeivt at seta Djóravælferðarlógina upp sum eina “húsdjóralóg”, ið ikki hoyrir heima í sambandi við grindadráp ella aðra veiðu.

Tvørturímóti stendur beinleiðis í djóravælferðarlógini, at veiða av villum djórum skal, alt tað ber til, fremjast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.

Tær siga, at tað, sum av álvara er »burtur úr vón og viti«, er at frásiga okkum alla ábyrgd fyri vælferðini hjá villum djórum í sambandi við, at vit drepa tey, siga tær báðar í greinini á www.in.fo.

– Ein slík broyting hevði havt við sær, at grundleggjandi ábyrgdir, sum vit menniskju hava mótvegis djórum – so sum forboð móti óneyðugari strongd og krav um skjóta og fullgóða avlíving – ikki longur vóru galdandi. Tað hevði ikki styrkt grindadrápið, men máað álitið undan tí, siga tær á www.in.fo

Her kann greinin lesast í fullari longd: https://in.fo/news-detail/sja%CC%81lvandi-skal-grindadra%CC%81p-vera-fevnt-av-djo%CC%81ravaelferdarlo%CC%81gini

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17