Snældan – bindandi samband millum fortíð og framtíð
Eitt av mest vitjaðu ferðamálunum á Strondum er uttan iva gamla spinnaríið, Snældan. Hóast bygningurin er gamal, so er virksemið inni als ikki farið í dvala. Her verður bæði spunnið og bundið – í einum stað, har siðir og handverk livna aftur og fangar áhugan hjá ferðandi úr øllum heiminum. Tað er ikki bara søguliga áhugavert – Men tað er eisini spennandi at koma inn, tí man sær eitt virki spinnari, umftamt at man sær bindingina.
Men tað er ikki bert Snældan, sum vekir áhugan. Fornminnissavnið í bygdini hevur eisini fingið eina nýggja andsøgn av áhuga. Har ber til at uppliva eitt ríkt úrval av lutum frá lívinum fyrr. Til dømis bátasavn og mangt annað. Alsamt fleiri fólk vitja fornminnissavnið í dag enn fyri fáum árum síðan og tað er greitt, at áhugin fyri søguni er vaksin – serliga tá hon verður borin fram á lívligan hátt.
Maturin – ið ger Strendur til ferðamál
Tað er tó ikki bert søgan, sum dregur fólk til Strendur. Matstovan Somwang Thaifood hevur skapt sítt heilt egna ferðamál við dygd og smakki. Hvønn mikudag, tá buffet verður boðin fram, er matstovan so gott sum full, beint frá byrjan. Fólk sita tolin og bíða, inntil eitt borð verður tøkt og hettar er nokkso stuttligt at síggja frá bæði lokalum og øðrum sum leggja leiðina frammvið. Útbyggingarnar á matstovuni í 2018 og 2024 vísa greitt á, at hetta er ein gongd um vøkstur og trivnað.
List og upplivingar – í neystum og náttúru
Sangarin Niklas Heri hevur eisini lagt sítt lutfall í menningina av økinum. Við tveimum neystum á Strondum – eitt sum verður leigað út sum AirBnB og hitt nýtt til konsertir, starvsfólkatúrar og toymismenning – hevur hann skapt eina nýggja og kreativa leið fyri ferðafólk at uppliva bæði mentan og felagsskap í náttúruvøkrum umhvørvi. Hetta ger eisini sítt til at draga fólk til kommununa.
Frá fjøruni til fjøllini
Umframt Strendur, so fevna bygdirnar Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatræð til kommununa. Í teimum bygdum koma flest ferðafólk til Selatræð.
Selatrað hevur eisini nógv at bjóða: ein familjuvinarliga strond, viðarlund, og góðar umstøður at ganga. Gøtan úr Dungansvík til Tingsteinin á Bøð er ein tann elsta í Eysturoy.
Men tann serliga upplivingin finnur tú á Mittúnsfestinum, sum í yvir 200 ár hevur verið í familjuni. Her ber til at uppliva seyðahald og siðbundið landbúnaðarlív – frá lembing í mai, til gongutúrar og forteljingar í juni, og arbeiðsdagar í juli. Hetta er ikki ein nostalgisk framsýning, men ein verulig, virkin partur av lívinum – og vitjanin har kann læra okkum nógv um dygd, natúrru, mat og handverk.
Sjóvar kommuna í vøkstri
Sambært Hagstovu Føroya er Sjóvar kommuna tann kommunan, sum hevur havt størsta fólkavøkstur seinastu tíggju árini. Harumframt er talan eisini um eina kommunu, har størsti parturin av borgarunum eru undir 18 ár – eitt greitt tekin um, at framtíðin eisini heldur til her.