Tað endaði málleyst, tá ið EB/Streymur við Margáir í vindi og regni í kvøld hevði vitjan av meistarunum og steypavinnarunum í KÍ.
Hetta var fyrsta ferðin í næstan níggju ár, at KÍ ikki hevur vunnið fulla úrtøku ímóti EB/Streymi.
6. august í 2017 vann EB/Streymur 2-1 við Margáir ímóti KÍ. Síðani tá og fram til í kvøld eru 25 landskappingardystir endaðir við, at KÍ hevur vunnið fulla úrtøku. Onkra ferðina hevur tað verið tætt við, at EB/Streymur hevur vunnið stig, og tað eydnaðist so í kvøld eftir at KÍ síðstu løtuna av álvara kringsetti heimabrotsteigin.
KÍ hevði onkrar møguleikar. Jóannes Davidsen var stinnur í heimamálinum, og fleiri ferðir ofraðu aftarlaga staddu heimamenninir, tá ið KÍ royndi seg við skotum útifrá.
EB/Streymur var væl skipað í verjupartinum, og tað gekk ógvuliga illa hjá KÍ at bróta ígjøgnum verjuna. Tað eydnaðist ikki so væl í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg, sum tað plagar at gera, tá ið teir skapa vandamiklar støður í gjøgnumbrotum. Og so varð tað ikki álopsspæl við broddi í, men heldur um bóltflytingar við lítlari ferð, og so varð tað ikki so vandamikið, tí í nærdystunum løgdu klaksvíkingarnir ikki so nógv fyri, sum teir plaga at gera.
Miðvallarin Virgar Jónsson hevði bæði í fyrra og seinna hálvleiki heilt góðar royndir, og tað høvdu raski álopsspælarin Búi Egilsson og miðverjin Laurits Nørby eisini. Thomas Bjørn Miezan og Fríði Holm vóru ágangandi í borðunum, og sum heild var talan um sera gott arbeiðsavrik av væl skipaðum EB/Streyma liði, har Óli Eyðsteinsson og Kristian Svabo Eliasen vóru raskir í vinstra verjuboði.
Í næsta umfari, sum verður eftir landsliðssteðgin, fær KÍ vitjan Víkingi, meðan EB/Streymur fer at spæla á Skála.
EB/Streymur - KÍ 0-0
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
Hinir dystirnir í triðja umfari vera í morgin og mánakvøldið:
Í morgin leygardagin 21. mars:
NSÍ – AB: Høgni Madsen kl. 18.30
07 Vestur – Skála: Rúni Gaardbo kl. 18.00
B36 – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00
Mánadagin 23. mars:
Víkingur – HB: Dagfinn Forná kl. 18.30