Ongi úrslit

Tað eru fleiri orsøkir til at føroyskir sjúklingar næstan bara verða sendir til Danmarkar

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 13:33

Tað eru nógv viðurskifti, sum eru orsøkin til, at føroyska sjúkrahúsverkið - næstan - bara sendir sjúklingar á donsk sjúkrahús til viðgerðar.

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing frá Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu nógv tað hevur kostað føroyska sjúkrahúsverkinum at senda sjúklingar til serviðgerð uttanlands.

Hann spyr eisini, hví føroyska sjúkrahúsverkið sendir sjúklingar við krabbameini til Danmarkar í viðgerð, tá ið hagtølvísa, at í Svøríki yvirliva nógv fleiri sjúklingar við krabbameini.

Hagtøl vísa, at føroyingar eru aftast í Norðurlondum tá ið talan er um at vera á lívi fimm ár eftir, at krabbamein er staðfest.

Samstundis er staðfest, at í Danmark er støðan næstringast á hesum øki -

men kortini er tað nettupp til Danmarkar, at vit senda næstan allar okkara sjúklingar, staðfestir Erling Eidesgaard.

Súsanna Bertholdsen sigur, at talva niðan fyri vísir, hvussu nógv, tað hevur kostað at senda føroyskir sjúklingar til serviðgerð uttan lands - og tað sæst eisini, at tað bara er í heilt serligum førum, at sjúklingar verða sendir aðrastaðni.

 

 Talvan niðan fyri vísir býtið ímillum ferðing og gisting eins og hvat útreiðslurnar til sjúklingahotellið Tórshavn hava verið um árið. Tøl eru bara til taks hesi seinastu 10 árini.

 Annars staðfestir Súsanna Bertholdsen, at spurningurin um, hvussu leingi fólk, við krabbameini, liva, er ikki bara treytað av sjálvari viðgerðini.

Eisini livihátturin hevur ávirkan á tað, eitt nú royking, alkohol, kostur og rørsla.

Tað hevur somuleiðis týdning, hvussu skjótt sjúklingar fara til lækna, hvussu skjótt teir verða útgreinaður, og hvussu skjótt teir verða settir í viðgerð.

Ein orsøk til at vit senda næstan allar sjúklingar til Danmarkar, er, at  okkara viðgerðir eru tætt knýttar at teimum skipanum, og teinum viðgerðarætlanum, sum verða brúktar í Danmark.

Í Føroyum brúkar Sjúkrahúsverkið til dømis somu viðgerðarætlanir í sambandi við krabbameins, sum tey gera í Danmark, sigur hon.

– Umframt sjálva viðgerðina, eru tað eisini fleiri aðrir fyrimunir at senda sjúklingar til Keypmannahavnar, sigur landsstýriskvinnan.

– Vit hava sera gott ferðasamband til Keypmannahavnar, og stutt er á sjúklingahotell og sjúkrahús.

– Vit hava sjúklingahotell í Keypmannahavn, har flestu sjúklingarnir búgva og tað gott ferðasamband ímillum sjúklingahotellið og sjúkrahúsini í Keypmannahavn.

– At senda sjúklingar til Danmarkar merkir eisini, at nógvir av teimum  eru í kendum umhvørvi.

– Fleiri av teimum hava skyldfólk, vinfólk og kenningar í Danmark, og hetta kann ofta verða ein góð hjálp í einari annars torførari støðu.

– Alt hetta er orsøkin til, at teir flestu føroysku sjúklingarnir, verða sendir til viðgerð í Danmark.

Annars sigur Súsanna Bertholdsen, at tað ber ikki til at siga um tað hevði verið bíligari, ella dýrari, at sent sjúklingar til Svøríkis, eitt nú á universitetssjúkrahúsið í Skåne.

Orsøkin er, at danir og sviar gera tølini upp uppá heilt ymsar mátar, so at tað ber ikki til at samanbera tølini.

Harumframt fær føroyska sjúkrahúserkið avsláttur frá donskum sjúkrahúsum og tað merkir, at viðgerðirnar eru bíligari enn annars.

– Tað er ikki sjálvsagt, at tað sama hevði verið galdandi í Svøríki, sigur Súsanna Bertholden.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er ómøguligt at fáa eina nágreiniliga kostnaðarmeting fyri viðgerðir á Universitetssjúkrahúsinum Skåne, uttan so, at Sjúkrahúsverkið biður um eitt ítøkiligt viðgerðartilboð, sigur landsstýriskvinnan.

Hon nevnir kortini einki um, antin talan verður um tað.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14