Ongi úrslit

Tað eru fleiri broytingar á Toftum

Nýggjur málverji og tveir nýggir framrættaðir spælarar eru í hópinum, sum fyrireikar seg til síðstu 11 umførini

Jonhard Hammer
20. juli kl. 17:19

Sunnudagin 3. august fer B68 at spæla fyrsta dystin eftir summarsteðgin. Tað verður á heimavølli ímóti grannunum í NSÍ.

Tríggir spælarar eru í B68 hópinum, sum ikki vóru við undan summarsteðginum.

Ein er málverjin Karstin Hansen. Hann avloysir Rasmus Nilsson, sum er farin aftur til Danmarkar. Rasmus vardi B68 málið tveir teir síðstu landskappingardystirnar undan summarsteðginum. Tann fyrra vann B68 3-0 á útivølli ímóti FC Suðuroy, og tann seinni endaði 2-2 ímóti EB/Streymi á Svangaskarði.

Karstin Hansen hevur fyrr í ár spælt tríggjar dystir við besta liðnum á Skála - tveir í landskappingini og ein í steypakappingini. Áður hevur hann spælt 115 dystir í bestu landskappingini fyri Skála og NSÍ, veit FaroeSoccer at siga.

Hinir báðir spælararnir eru framrættaðir.

Annar er Leivur Fossdal Guttesen, sum fyri stuttum flutti úr HB og til B68. Hann er framrættaður síðuspælari.

Hin er Jonathan Wembonyama úr Svøríki, sum spældi seinna hálvleik ímóti EB/Streymi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

18 tímar síðan

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

8 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20