Føroyska vælferðarsamfelagið er farið at ridla, og tað kann ikki halda fram upp á hendan mátan
Tað heldur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann vísir á, at ein av stóru orsøkunum til tað, er, at tað eru alt ov nógv fólk, sum fáa almennan stuðul til alt ímillum himmal og jørð.
Vælferðarsamfelagið varð grundað við tí endamáli, at eisini tey, sum einki høvdu, skuldi fáa eitt virðiligt tilverugrundarlag, sum tey annars ikki høvdu kunna fingið.
Men Erhard Joensen sigur, at tann stóri trupulleikin er tann, at vælferðarsamfelagið er ikki longur bara til tey á niðastu rók, tí tað er tambað so nógv, at nú røkkur tað langt inn í miðalstættina - og enntá til tey vælbjargaðu.
Hann sigur, at skarðin av fólki, sum skal hava burtur av vælferðarsamfelagnum er nú so stórur, at í roynd og veru er tað meginparturin av fólki - ella kanska hvørt einasta menniskja- sum skal hava burtur av.
– Sostatt fáa fólk almenna hjálp til alt handa slag, antin tey hava brúk fyri tí, ella ikki, sigur Erhard Joensen.
– Fólk fáa almennan rentustuðul tá ið tey keypa ella byggja sær bústað. Men ístaðin fyri at niðurlagað rentustuðul, skulu tey, sum leiga, nú eisini hava leigustuðul.
Fólk fáa almennan stuðul til at keypa el-bil og hitapumpur, sama um tey hava brúk fyri stuðlinum, ella ikki.
Fólk fáa almennan stuðul til hoyritól og brillur, til at keypa frukt og grønmeti og til at keypa blæur, sama hvussu góða løn tey hava.
– Tað er einki høpi í, at fólk, sum tjena milliónir, eisini skulu hava almennan stuðul til alt møguligt, heldur Erhard Joensen.
– Nú skulu hava almennan stuðul til alt møguligt og tað ber rætt og slætt ikki til, tí hetta heldur vælferðarsamfelagið ikki til, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.
Verður etið upp
Erhard Joensen sigur, at vælferðarsamfelagið er ikki gjørt til, at øll skulu hava burtur úr tí og so leingi vit ikki tora at broyta skipanina, so at vælferðarsamfelagið aftur verður fyri tey, sum av álvara hava brúk fyri tí, koma vit aldrin burtur úr hesi díkinum, sigur Erhard Joensen.
– Vælferðarsamfelagið er við at verða etið upp innanífrá, tí tað eru alt ov nógv fólk, sum fáa almennan stuðul, uttan at tey hava brúk fyri tí.
Úrslitið er, at vit hava undirskot á fíggjarlógini upp á fleiri hundað milliónir, hóast vit hava bestu tíðir í søguni, onki arbeiðsloysi og eitt tað hægsta skattatrýstið í verðini, leggur hann afturat.
Og hetta er, hóast vit - oman á alt - fáa eina milliard í stuðuli úr danska statinum, tá ið alt er talt við.
– Tað merkir, at føroyska samfelagið er langt frá at verða haldført, sigur Erhard Joensen.
Hann sigur, at tann stóra uppgávan hjá politiska myndugleikanum verður at leggja rygg til, hvør skal ikki longur hava burtur úr vælferðarsamfelagnum.
– Men tað verður ikki gjørt, tí tað kostar politikarum høvdið, sigur hann.
Ikki heilt samdur
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi er ikki heilt samdur. Hann sigur, at endamálið við vælferðarsamfelagnum er, at vit skulu øll hava javnbjóðis atgongd til nakrar grundleggjandi tænastur, skúlagongd, læknaviðgerð og so framvegis.
Hann heldur, at endamálið við vælferðarsamfelganum er, at vit skulu øll rinda til eftir evnum, fyri at tey, sum hava tørv á tí, eisini fáa sama rætt til ymsar grundleggjandi tænastur.
Men hann heldur eisini, samstundi sum at vit øll rinda eftir evnum, eigur stuðulin úr vælferðarsamfelagnum eisini vera eftir tørvi.
– Inngjaldið til vælferðarsamfelagið skal vera stigvíst veksandi, men útgjaldið skal vera stigvíst minkandi, alt eftir tørvi, heldur Høgni Hoydal.
Eitt, bæði Erhard Joensen og Høgni Hoydal eru samdir um, er, at tað er ikki rímiligt, at fólk, um hava góðar persónligar pensjónir, ella góðar inntøkur, eisini skulu hava eina almenna fólkapensjón upp á sama máta sum nú.