Ongi úrslit

Tað er óvist hvør hevur ábyrgdina í eini neyðstøðu - men á Gomlurætt er alt ílagi

Tað einasta, tey kunnu siga, er, at ferjulegan á Gomlurætt er klár at taka í brúk í eini neyðstøðu
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað er ikki greitt, hvør myndugleiki tað er, sum hevur ábyrgdina av at trygga flutning ímillum oyggjarnar, skuldi tað, av onkrari orsøk, verið neyðugt at latið undirsjóvartunlarnar aftur.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann hvussu støðan er á hesum øki.

Hann sigur, at Landsverk hevur heldur ikki kannað um nøkur alternativ eru, skuldu undirsjóvartunlarnir latið aftur. Sostatt eru viðurskiftini á Oyrargjógv, í Vestmanna, í Klaksvík og í Leirvík, ikki kannað í hesum sambandi.

Landsverk sigur, at í Skopun ber til at leggja at í gomlu ferjuleguni. Men nú eingin rutusigling er upp á hana, heldur Landsverk hana heldur ikki longur viðlíka, so tað er óvist, hvørjum standi hon er í.

Tað hevur eisini verið ein trupulleiki, at grót leggur seg í innsiglingina, men Landsverk hevur ongar ætlanir um at gera nakra trygdarmeting og støðumeting av havnarlagnum í Skopun, tí eingin føst rutusigling er til havnina.

Tað einasta, tey kunnu siga við vissu, er, at ferjulegan á Gomlurætt framvegis er í brúki og verður regluliga viðlíkahildin.

Landsverk metir tí, at ferjulegan á Gomlurætt er í nóg góðum standi at nýta til avloysaraskip á Sandoyarleiðini, skuldi tørvur verið á tí.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

16 tímar síðan

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00