Tað er bráðneyðugt at fáa skil á - men kortini eru politikararnir ógvuliga trekir at gera nakað við tað. Tað er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum, nú upp undir løgtingsvalið í morgin.
Hóast hesin boðskapur er endurtikin fleiri ferðir, og hóast øll síggja hallini í almennu kassunum í fleiri ár á rað, er enn ikki komið nakað boð frá politikarum uppá, hvussu politisku myndugleikarnir ætla at fáa búskapin at hanga saman búskaparliga nú og í framtíðini, sigur Búskaparráðið.
Tí mælir Búskaparráðið til at politikararnir seta tiltøk í verk fyri at fáa skil á.
– Tað er neyðugt er, at politiski myndugleikin fremur umfatandi nýskipanir og sparingar í almenna rakstrinum, leggja tey afturat.
– Tað er sum um at politikarar ikki tora at fremja sparingar ella nýskipanir, sigur Búskaparráðið. Kanska er tað tí at tað fer at raka onkran, og so kunnu atkvøður vera í váða.
– Men taka politisku myndugleikarnar ikki neyðugu avgerðirnar at reka samfelagið betri, verða tað í síðsta enda tey, vit skylda pengar, sum gera tað fyri okkum, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárinum, sigur Búskaparráðið.
Fyri at fremja neyðugu nýskipanirnar og sparingarnar, er í nøkrum føri neyðugt at fremja íløgur, so sparingin letur seg gera. Til dømis íløgur í størri ellisheim. Hesar íløgur eiga at hava fremstu raðfesting.
Men annars er neyðugt at leggja kommunur saman og at skerja alt burtur, sum vit hava tvey av í Føroyum.
– Eisini eigur at vera hugt at inntøkunum og tað ber til at økja um tilfeingisinntøkurnar frá fiskivinnuni og alivinnuni, sigur Búskaparráðið.
Tað ber eisini til at hækka partafelagsskattin, at áseta fastognarskatt og at seta grøn avgjøld, leggja tey afturat.