Hesi seinastu 30 árini er nøgdin av føroyskum neytakjøti nógv minkað.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í fjør framleiddu bøndurnir kring landið 77,2 tons av neytakjøti. Tað er nakað væl minni enn fyri 30 árum síðani, tá ið teir framleiddu 116 tons av neytakjøti.
Síðani minkaði tað støðugt til 2013, tá tað ikki komu meiri enn 34 tons av føroyskum neytakjøti á marknaðin.
Eftir tað var ein ávís uppgongd og í 2022 framleiddu vit 103 tons á føroyskum neytakjøti. Men síðani er tað minkað aftur til tað er komið niður á 77,2 tons í fjør.
Men tað er ikki ordiligur samanhangur ímillum talið á dripnum neytum og nøgdina av kjøti, sum kom á marknaðin. Upp ígjøgnum nítiárini vóru væl yvir 400 neyt dripin, og, sum sagt, komu góð 100 tons av kjøti burtur úr.
Nú er talið á neytum farið niður í helvt og í 2014 vórðu bara 118 neyt dripin, og síðani hevur ein lítil framgongd, og í fjør vórðu sostatt 243 neyt dripin í Føroyum.
Talvan niðan fyri vísir gongdina hesi seinastu 35 árini og her sæst bæði talið á dripnum neytum og nøgdin av føroyskum neytakjøti, sum er komin á marknaðin.