Vit merkja hvønn einasta dag, at tað er blivið sera kostnaðarmikið at liva - og arbeiða - í Føroyum. Hóast javnaðarflokkurin til seinasta val lovaði , at dagligdagurin skuldi gerast lættari, so hevur hann verið við til at gjørt dagligdagin tyngri. Ferðafólk, sum vitja oyggjar okkara siga tað sama. Alt er sera dýrt í Føroyum.
Sum um príshækkingarnar á alskyns vørum ikki vóru nóg mikið, so hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn lagt stein omaná byrðu við at undirdýkja okkum í skattum og avgjøldum.
Tað er ein langur listi av hækkingum, og nú til løgtingsvalið vil eg minna veljaran á allir hækkingarnar, sum javnaðarflokkurin, tjóðveldi og framsókn hava undirdýkt okkum við.
Hækkað Bensin og dieselavgjald og brennioljugjald.
Hækkað el-prísin, sýnsgjald, kvf-gjald, egingjald á heilivági, hækkað leigu fyri serlig bútilboð, lagt sovigjald á Airbnb, hækkað avgjald á el- og hybridbilum, hækkað skattin hjá ávísum útisiglarum
Tey hava lækkað stuðulin til avlamisbil, strikað stuðulin fyri barnapening, lækkað ferðastuðulin hjá arbeiðandi fólkinum og skert sjómannafrádráttin.
Tey allar lægstløntu fingu hópin av avgjaldsrokningum, men ongan skattalætta.
Sosialisman fær ongantíð nóg mikið at skattaborgarans peningi.
Javnaðarflokkurin gjørdi beint tað mótsatta, av tí sum bleiv lovað áðrenn valið. Saman við Tjóðveldi og Framsókn gjørdi hann dagligdagin nógv tyngri. Vónandi minnist veljarin hetta, tá krossurin skal setast. Við at velja hesar flokkarnar fær veljarin fleiri skatta- og avgjaldshækkingar. Sosialisman fær nevniliga ongantíð nokk av skattaborgarans peningi. Tað liggur í teirra DNA. Hóast allar hesa avgjaldshækkingar, so tosa hesir flokkar framvegis um skatta og avgjaldshækkingar.
Har Fólkaflokkurin sigur, at peningurin hevur tað best hjá tí sum hevur arbeitt fyri peningin, sigur sosialisman, at peningurin hevur tað best í landskassanum. Tað er júst hetta vit hava verið vitnið til undir hesi samgonguni.
Fólkafloksins hugsjón er, at fólk skulu hava so stórt frælsi á egnum pengum, sum gjørligt. Avgjaldsøðin skal tí steðgast í stundini.
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur