Ongi úrslit

Tað er bara ein heilivágur ímóti ovurstóru bústaðarneyðini

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað verður alsamt dýrari at seta føtur undir egið borð og nú er tað so dýrt, at tað eru heilt nógv fólk, sum rætt og slætt eru útihýst frá bústaðarmarknaðinum.

Hetta er eisini ein spurningur, nýggja samgongan hugsar um. Í samgonguskjalinum stendur, at tey ið byggja bústaðir, kunnu - partvís - fáa part ein av MVG aftur ístaðin fyri rentustuðul.

Somuleiðis skulu tey eisini endurskoða hvussu tað skal skattast, tá ið fastogn verður seld. Tað verður sett í verk í 2029 og endamálið er at tálma spekulatión.

Men í Dimmalætting, sum er at fáa í sølubúðunum nú, eru bæði Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka og Káru á Dunga, stjóri í Betri Heimi, sannførd um, at tað er bara ein heilivágur ímóti høgu bústaðarprísunum, og tað er at byggja seg burtur úr tí.

Olav Guttesen staðfestir, at eftirspurningurin eftir bústøðum er nógv størri enn útboðið, og tað merkir bara, at prísirnir verða alsamt trýstir upp eftir.

– So leingi vit hava so stórt trot á bústøðum, verða prísirnir trýstir upp eftir, sama hvørji tiltøk annars verða sett í verk, siga tey.

Olav Guttesen, sigur, umframt at hava stórt trot á bústøðum, skundar tað eisini undir príshækkingarnar, at vit hava havt so góðar tíðir í Føroyum.

– Tað er arbeiði til allar hendur, lønirnar hækka, skatturin er lækkaður og rentan er lækkað, so samanumtikið hava fólk meiri pengar um hendi.

– Samstundis eru hava fólk álit á framtíðina og tað eru færri fólk í hvørjum húski.

Men tað skulu eisini vera hondverkarar at byggja bústaðir leggur Olav Guttesen afturat. Tí eigur tað almenna at drála við at seta stórar verkætlanir ígongd, so at tað verða fleiri hondverkarar til taks at byggja bústaðir.

– Mangla hondverkarar, er tað eisini við til at trýsta prísirnir upp, sigur Olav Guttesen.

Einasta máti er at økja um útboðið av fjølbroyttum bústøðum, ikki minst av íbúðum til leigu, halda tey bæði.

Kára á Dunga sigur, at í Betri Heimi hava tey ikki lagt merki til, at tað er ein trupulleiki, at fólk keypa bústaðir til spekulatión.

 –  Nógv teir flestu bústaðirnir, tey selja, eru til privat fólk at búgva í og tað er bara hendinga ferð, at bústaðir verða keyptir við spekulatión fyri eyga, sigur hon.

Hon sigur eisini, at í roynd og veru hava nógv av teimum, sum flyta heimaftur eftir at hava verið uttanlands í nøkur ár, ráð at ogna sær ein bústað - eisini í Havnini.

Tey bæðu eru sannførd um, at verða ymsar stuðulsskipanir settar í verk fer tað ikki at bøta um støðuna - tvørtur ímóti.

Tey eru samd um, at gera politikararnir tað lættari at keypa bústað, veksur eftirspurningurin og so fara prísirnir bara hækka uppaftur meiri, tí tað øki ikki um útboðið. Og økja vit um eftirspurningin, samstundis sum at  útboðið er alt ov lítið, slepst ikki undan at prísurin hækkar.

Í Dimmalætting, sum er at fáa í sølubúðunum, hava vit nógv meiri um støðuna á bústaðarmarknaðinum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10