Ongi úrslit

Tað er aftur farið at goysa í økinum við Grindavík

Fólkini á einum tjaldplássi í Grindavík og Bláa Lagununi eru eisini flutt burtur.

© The Icelandic Met Office/Halldór Björnsson
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Íbúgvar í Grindavík í Íslandi vórðu mikukvøldibð fluttir úr húsum sínum, eftir at fleiri enn 130 jarðskjálvtar vóru skrásettir í økinum. Skjálvtarnir elvdu til at tað for at goysa við Sundhnúk grynnuna.

Tað upplýsir íslendski miðilin RUV.

Fólkini á einum tjaldplássi í Grindavík og Bláa Lagununi eru eisini flutt burtur.

Ein talsmaður sigur, at løgreglan hevur koyrt runt í býnum fyri at kanna, um fólk, sum búgva í húsunum eru sloppin út haðani.

Minney Sigurðardóttir, serfrøðingur í náttúruvanda á Veðurstovu Íslands, tosaði við RUV mikumorgunin.

Hon segði at gosið hendi á einum hepnum stað, tí tað er ikki ein hóttan móti nøkrum undirstøðukervi og er langt frá sjálvt býnum Grindavík.

Enn eru ongar fráboðanir um, at útbrotið hevur havt við sær broytingar í flogferðsluni.

Býurin hevði fyrr umleið 4.000 íbúgvar, men er nú bert nøkur fá sum úrslit av endurtøkunum av gosunum. Talsmaðurin hevði ikki eitt nágreiniligt tal av fólki, sum býr í býnum nú.

Gosfjallið nærhendis Grindavík hevði ikki gosið í yvir 900 ár, áðrenn eitt gos byrjaði í mars 2021.

Sambært AFP er gosið mikudagin tað 12. á Reykjanes-hálvoynni seinastu fýra árini.

Landspolitiovastin í Íslandi hevur í samráð við løgregluovastin fyri økið avgjørt at hækka tilbúgvingarstøðið orsakað av útbrotinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20