Ongi úrslit

Tað elvir onkuntíð til spentar støður í náttarlívinum í Havn

Áki Bertholdsen
28. sepember kl. 10:02

Eyðvitað er tað mest um vikuskiftini, leygarnátt og sunnunátt, at nógv flest fólk eru í býnum.

Men løgreglan hevur lagt merki til, at tað eru eini viðurskifti, sum hava lyndi til at elva til spentar støður í náttarlívinum.

Løgreglan sigur, at tað er tá ið blaðungir tannáringar, og tey vaksnu, sum eru farin í býin, blandast saman í náttarlívinum.

Løgreglan sigur, at umframt at skeinkistøðini eru opin alla náttina fyri tey vaksnu yvir 18 ár, eru tað eisini onkur tilboð í býnum fyri tey blaðungu, sum eru undir 18 ár.

Men tá ið hesi ungdómstilboðini enda mitt á nátt, er full ferð á náttarlívinum annars. Og løgreglan sigur, at tað hevur lyndi til at elva til spentar støður ímillum tey blaðungu og tey eldru, tá ið aldursbólkarnir verða blandaðir saman.

Tey duga ikki at seta fingurin á, akkurát hvat tað er, sum ger tað, um tey eldru ikki vilja vita av teimum yngru, ella um tey yngru irritera tey eldru - men tað hevur elvt til nakað av arbeiði hjá løgregluni.

Løgreglan sigur, at tey vilja ikki, upp á nakran máta, leggja forðingar í vegin fyri tilboðunum til tey yngru, men tey siga bara, at tey vildu ynskt, at tey ungu bara fóru til hús, tá ið ungdómstilboðini lótu afturm, ístaðin fyri at fara í býin ímillum tey vaksnu.  

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45