Hesa seinastu tíðina hevur tað almenna gjørt nógv burtur úr at fáa avtalur við ymsar veitarar um at levera ymiskt tilfar, sum fyrisitingin brúkar í almenna rakstrinum.
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at við hesum sparir tað almenna milliónir í rakstrinum.
Í hesum sambandi eru fimm avtalur gjørdar beint nú um keyp av brúkspappíri, battaríum, einnýtis búnýti, posum og sápum.
Tilsamans høvdu 15 fyritøkur latið 52 tilboð inn til teir fimm avtalurnar.
Í fjør keypti Landið fyri næstan fimm milliónir av hesum vørum, men núverða tær 2,5 milliónir bíligari. Í prosentum er talan um eina sparing upp á umleið 53 prosent.
– At tað eydnast at fáa góðar prísir, vísir á týdningin av, at vit bjóða vørur og tænastur út, so at skattakrónurnar verða brúktir skynsamt, sigur landsstýriskvinnan.
– Fyri at tryggja langtíðarhaldførið hjá landskassanum, mugu vit øll gera okkara fyri at tryggja framtíðar vælferðina, leggur hon afturat.
– Hetta snýr seg ikki bara um at spara pening, tí hetta økir eisini um kappingina, har vinnan kappast á jøvnum føti, sigur hon.
Við teimum fimm nýggju avtalunum, eru nú 12 avtalur um keyp av vørum- og fleiri aðrir á veg í nýggja árinum.