Ongi úrslit

Tá Nora rýmdi undan fíggjarligum harðskapi

Annika Olsen
4 tímar síðan

Í  dag er altjóða dagur ímóti harðskapi móti kvinnum, og í ár verður varpað ljós á fíggjarligan harðskap ímóti kvinnum.

Tað fór sum ein skelkur ígjøgnum samfelagið, tá Henrik Ibsen skrivaði klassiska dramaið, “Eitt dukkuheim”, í 1879. Nora livir at síggja til eitt eydnuríkt lív saman við manni sínum, Helmer og teirra 3 børnum. 

Men tað hvílir eitt loynarmál yvir hjúnarbandi teirra, tí Nora imóti manni sínum, ímóti tíðarinnar tonn og ímóti tátíðar lóggávu, har  kvinnur ongi fíggjarrættindi hava í hjúnarbandinum, tekur sær rætt til at hjálpa manni sínum, sum er vorðin sjúkur.

Hon lænir pening fyri at gjalda fyri sjúkraleguna hjá manninum og sparir pening fyri at gjalda hetta aftur. Men tá maður hennara, Helmer finnur útav, at tað er kona hansara, ella rættari dukka hansara, hevur tikið høvuðsábyrgdina av støðuni í hjúnarbandinum og ditta sær, at hjálpt manni sínum fíggjarliga, fær pípan eitt annað ljóð.

Nora er ikki longur ein dukka ella ein sangfuglur, men ein persónur, sum ikki er før fyri at uppala síni børn, ja nærmast skaðilig, og tað sum Nora hevði vónað, at maður hennara fór at takka henni fyri hesa góðu gerð og bera yvir fyri henni, hendir tað øvugta.

Nora sær sær ongan annan útveg enn at fara frá húsið og heimi og sínum 3 børnum, sum hon heldur ikki hevði nakran ognarrætt yvir tá í tíðini.

“Eitt dukkuheim” er ikki bara um eitt sera ójavnt hjúnarband millum Noru og Helmer, har hon er dukkan í teirra dukkuhúsi, men eisini um fíggjarligan harðskap, har Nora ongan rætt hevur til at røkja nøkur fíggjarviðurskifti.

Bókin fór sum ein skelkur ígjøgnum samfelagið í 1879, men hóast “Eitt dukkuheim” er 146 ára gomul, er evnið akkurát líka viðkomandi, tí hóast lóggávan er broytt, har kvinnur sjálvsagt hava rætt til egin fíggjarviðurskifti, so sita tað

 uttan iva nógvar Norur kring heimin og eisini her hjá okkum í Føroyum, sum onki fíggjarligt vald hava, og sum verða stýrdar niður í minsta smálut fíggjarliga. Hetta er eitt evni, sum nógvar kvinnur sita einsamallar og stríðast við, og tað er ikki í lagi, tí tað er fíggjarligur harðskapur, tað er tyranni og manipulatión, og skal ikki góðtakast.

Tí er tað gleðiligt, at Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið og Almannamálaráðið  í ár hava valt at varpa ljós á  hesi viðurskifti á altjóða degi imóti harðskapi móti kvinnum

Annika Olsen

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53