Ongi úrslit

Tá harrin tey halgu vil týna...

Carl Jóhan Jensen
20 tímar síðan

…hmm…so hendi tað aftur…miðvikukvøldið…fyri gud viti hvørja ferð… at onkur í Guðs egna landi tók til skotvápn, tá orðini trutu í politiskum orðaskifti…

…hesa ferð lá ein trump-stuðul...Charlie Kirk… eftirá…

…í gjár kom so undan kavi, hvør framdi illverkið … ein blaðungur mormoni… yvirtikin av hugmyndum úr einum umhvørvi, har vápn verða dyrkað og harðskapur upphevjaður…har haturstala og agg av øðrum við tilhoyrandi ómenskugering so at siga hevur fingið støðu sum politisk katekismus… ikki bert í samfelagnum sjálvum, men eisini langt út í avkrókar vítt og breitt um netheimarnar…

…enn er ilt at vita, hvat eftirspælið verður…

…kanska… við allari  umrøðuni í miðlunum…við tí óhugi tað loypur á almennar borgarar…kann hetta morðið fáa avvarðandi  í politisku skipanini vestanhavs, at summa seg og  seta sær viðkomandi spurningar um klovningin í amerikanska samfelagnum…ikki síðst vaksandi ójavnaðin,  sum stendst av búskaparligum fáveldi, og beinanvegin hóttir fólkaræðið…?...

…ella verður hetta bert eitt høvi afturat hjá teimum, ið nú ráða fyri borgum í Washington at lata frælsið hjá øðrum víkja fyri tí frælsi, teir halda seg hava fyri neyðini til at aftur gera Amerika stórt og sterkt sum tað eitur…og seg sjálvar ófrákoyriligar…ójavnaðin óútjavniligan…?....

…tíverri bendir mangt tann vegin…hesar seinastu dagarnar hevur ein fjøld av fólki í ymsum státum… skrivaði The Guardian leygardagin… annaðhvørt fingið sekkin ella átalu fyri at hava áskoðanir, myndugleikarnir so ella so høvdu ilt inni við longu undan morðinum miðvikukvøldið… millum tey uppsøgdu og átalaðu eru eitt nú lærarar, sløkkiliðsfólk, tíðindafólk, starvsfólk hjá fregnartænastuni og starvsmenn hjá einum av fremstu  NFL-liðunum…

…ella líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin sær, at onkur man hugsa…:…

Nú Harrin tey halgu vil týna,
Hvør halgur sítt eggjarn má brýna
Og við einum høggi
Himla tað skrøggið,
At vápn eru helvitis pína,

So hevndin við halgu skal krýna,
Við høggum tað kristiligheit sýna,
At av blóði og jørð
Ger Jesus tað svørð,
Sum javnan fær hini at dvína,

Tí hini sítt helviti sýna,
Tey hatursins børn sum ein dýna,
Tann harmanna gleði,
Tann Horunnar greði,
Ið Harrin víst átti at svína,

So gevst nú at kela og kína
Kaliffum, ið sita og hvína
Í miðlum og varpi
Sum maðkur við harpu
Og manna upp Guð til at týna.


…vísastur er tann, sum minst veit… 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45