Ongi úrslit

Svumu seg til tvær gullkrónur

Føroyar hava higartil vunnið 21 gullkrónur og tilsaman 41 heiðursmerki

Jóannes Hansen
15 tímar síðan

Dagurin í dag var ikki so góður, hvat heiðursmerkjum viðvíkur, sum mánadagurin var á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum. Í gjár settu Føroyar met, men kortini vignaðist tað væl í dag.

Í kvøld vunnu svimjararnir seks heiðursmerki, og nú hava Føroyar tilsaman vunnið 21 gullkrónur, 13 silvurkrónur og 7 bronsukrónur.

Talan gjørdist um gullheiðursmerki og trivaligt landsliðsmet í 4x50 blandað í tíðini 1:54.49. Tað vóru Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, og Alisa Vestergaard, ið vunnu gull. Omanfyri sæst ein mynd Heidi Lava Elgeirsdóttir tók av føroysku gullvinnarunum. 

Elisabeth Erlendsdóttir vann gullheiðursmerki, og setti føroyskt met og oyggjaleikamet í 100 metrar rygg. Vinnaratíðin hjá Elisabeth var 1:00.26. 

Føroysku mennirnir vunnu silvurheiðursmerki, og teir settu landsliðsmet í 4 x 50 metrar frí. Tíðin hjá føroysku monnunum var 1:32.65. Landsliðsmetið var 1:33.24. Tað var sett á oyggjaleikunum á Jersey í 2015. Tað vóru Ísak Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard, Líggjas Joensen og Heini Mohr Askham, ið vunnu silvur. 

Bartal E. Eidesgaard vann silvur, og setti aftur føroyskt met í 50 metrar bringu. Tíðin hjá Bartali var 27.83.

Ísak Brisenfeldt vann silvur í 100 metrar firvald. Tíðin hjá Ísaki var 54.72.

Líggjas Joensen vann bronsu í 200 metrar frí. Tíðin hjá Líggjasi var 1:49.71.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20