Ongi úrslit

Svimjarnir vunnu átta heiðurskrónur í dag

Tvær vóru úr gulli, og tríggjar úr silvuri og tríggjar úr bronsu

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 22:37

Føroysku svimjararnir vunnu í dag átta heiðursmerki í oyggjaleikunum.

Talan er um tvey gullheiðursmerki, trý silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki. 

Ísak Brisenfeldt vann gull í 200 metrar firvald í tíðini 1:59.46. Ísak vann eisini silvur í 200 metrar blandað í tíðini 2:02.08.

Líggjas Joensen vann gull í 1.500 metrar frí í tíðini 15:18.61. Silas Dam Lindberg vann bronsu í somu kapping í tíðini 16:05.78.

Bartal E. Eidesgaard vann silvur í 100 metrar bringu í tíðini 1:00.51.

Alisa Vestergaard vann silvur í 200 metrar frí í tíðini 2:04.98.

Lea Osberg Højsted vann bronsu í 50 metrar bringu í tíðini 32.22.

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Alisa Vestergaard og Jonna Joensen vunnu bronsu í 4 x 50 metrar frí í tíðini 1:46.71.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20