Ongi úrslit

Sverri víðari í A-finaluna

Sverri Sandberg Nielsen endaði á øðrum plássi í hálvfinaluni fyri løtu síðani og er harvið klárur at forsvara evropameistaraheiti sítt í A-finaluni í morgin.

Katrin Erlendsdóttir
10. apríl 2021 kl. 12:54

Tað bleiv til eitt annað pláss, tá Sverri Sandberg Nielsen fyri løtu síðani róði hálvfinalu í EM-kappingini í Italia. Føroyski rógvarin kom næstur á mál beint aftanfyri týskaran Oliver Zeidler. Hetta annað plássið hjá Sverra Sandberg Nielsen var nóg mikið til, at hann kom víðari, og harvið er hann nú er klárur at forsvara heitið sítt sum evropameistari í A-finaluni, sum skal rógvast í morgin.

Hálvfinaluróðurin hjá føroyska rógvaranum á danska kappróðrarlandsliðnum bleiv stroymdur á heimasíðuni worldrowing.com, og nakrar myndir frá róðrinum eru her.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12