Ongi úrslit

Sverri rør finalu klokkan 12

Komandi føroyski OL-rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, rør í dag finaluróður í World Rowing Cup. Finalan verður stroymd klokkan 12.

Katrin Erlendsdóttir
6. juni 2021 kl. 11:34

Sverri Sandberg Nielsen skal aftur í dag í bátin at rógva eina finalu. Hon verður stroymd klokkan 12.02 á worldrowing.com.

Stóri føroyski rógvarin er staddur til World Rowing Cup í Sabaudia í Italia, har hann hevur róð síðani fríggjadagin. Í gjár vann sína hálvfinalu heilt sannførandi, og í dag er so finalan á skránni.

Argastu kappingarneytar hansara, týskarin Oliver Zeidler og normaðurin Kjetil Borch, eru eisini við í kappingini hesaferð. Kappingin í Itialia í dag er liður í fyrireikingum teirra til OL í summar.

Danmark, sum føroyingurin rør fyri, hevur tríggjar bátar í A-finalum í dag, meðan tveir bátar rógva B-finalur, somuleiðis í dag.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12