Ongi úrslit

Sverri rakk ikki í finaluna

OL rógving: Føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen endaði á fjórða plássi í hálvfinaluni

Jóannes Hansen
1. august 2024 kl. 09:25

Sverri Sandberg Nielsen verður ikki við í OL finaluni í single skollara. Tað er greitt, nú hálvfinalan hevur verið.

Føroyingurin endaði á fjórða plássi, og treytin var at vera millum tríggjar teir fremstu fyri at røkka í finaluna.

Sverri var mest sum alla tíðina á fjórða plássi. Týski Oliever Zeidler legði seg beinanvegin á odda og róði so at siga einsamallur fram ímóti málinum.

Tríggir bátar kappaðust um hini bæði plássini, sum bóru pláss í finaluni við sær. Sverri var leingi á fjórða plássi, og aftanfyri Yauheni Zalaty og grikska bátin. Tá ið tað restaðu knappliga 500 metrar, tók hann Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi, sum vann gull á OL leikunum í Tokyo fyri trimum árum síðani.

At Sverri legði seg fram á triðja plássið kløkkaði av álvara grikska røðaran, sum spenti í og fekk nógva ferð á bátin fram ímóti málinum, meðan Sverri ikki tóktist hava nakra orku eftir og endaði á fjórða plássi.

Sverri Sandberg Nielsen hevur sagt, at OL kappingin í París er síðsta kappingin hjá honum á hægsta støði.

Beint aftaná, at róðurin hjá Sverra hevði verið, róðu Sára Maria Johansen og hinar í danska áttaranum. Tær endaðu aftast og skulu harvið ikki kappast aftur.

Síðsti róðurin hjá Sverra Sandberg Nielsen á hægsta stigi verður at kappast í OL B-finaluni.

 

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12